Lýsing
Lýsing
Lýsing

Man kann ikki bæði blása og hava mjøl í munninum

SKRIVAÐ: Tummas Jóhan í Djónastovu  |  04.07.2022 - 16:05 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Nú, tá ið kjakið um fosturtøku alvorliga hevur tikið dik á seg í Føroyum, meti eg, at tað er uppá sítt pláss at koma burtur frá øllum uttanumtosi og skera inn á bein, hvat kjakinum viðvíkur. Kjakið snýr seg ikki, um “fólk við lívmøðrum” ella um kvinnur annars skulu hava rætt til heilsurøkt [les: forsturtøku]; ella hvørt fosturtøkur “hava altíð og fara altíð at vera framdar”; ella at kjakið “snýr seg um trygga ella ótrygga” fosturtøku.

 

Kjarnin í kjakinum er, hvørt ófødda barnið er eitt menniskjalív ella ei.

Tað kann lýsast uppá tveir mátar:

1. Er hetta eitt menniskjalív, sum er sítt egna, sum hevur sítt sjálvsagda menniskjaliga virði?

2. Er hetta ein óynsktur vøkstur, sum skal beinast burtur?

 

Bæði tingini kunnu ikki verða sonn samstundis. Tey útiloka hvørt annað. Tú kanst ikki siga ja til bæði lýsing 1 og 2.

 

Nú tá ið vit hava gjørt greitt, hvat talan er um (líkamikið um tú tekur undir við 1 ella 2), so mugu vit vera konsekvent.

 

Um tvær kvinnur verða upp á vegin, so eru báðar í somu støðu. Um alt gongur sum tað skal, so fara báðar at føða eitt barn.

Man kann ikki siga, at um eini graviditeturin er óynsktur, so er hetta ein óynsktur vøkstur, men um hin graviditeturin er ynsktur, so er hetta eitt menniskjalív.

 

Man kann ikki bæði blása og hava mjøl í munninum.

 

Endaligi spurningurin er: Hevur ófødda barnið íborið virði ella ikki?

 

Við vón um, at fleiri tora at síggja veruleikan, sum hann er,

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur vunnu stórsigur á B36
Swim Open Tórshavn: Ægir átti besta svim…
Hamskift KÍ-lið vann sannfør­andi í Gunda…
Herborg Torkilsdóttir á Summar Festival
Veðrið í vikuni
Bjørk Nolsøe Isaksen vunnið DM í flogból…
Borg keypir Sandavágs Timburhandil
Kvøldskúla­framsýningin sunnudagin
Upptakt: HB-KÍ
Tá vit ganga ella súkkla hava vit betri…
Myndarøð: Flaggdagshald í fagrasta veðri
Mjølnir er steypavinnari hjá kvinnum 
Er alivinnan ódálkandi og burðardygg?
Við abbasoni á Grynna Fossinum
Flaggdagshald í Vágstúni
Amarant: Kaffi og kaka fyri einans 50 kr…
Grani TG 325
Bráðtíðindi: Enn ein búðamaður úr C í A
Silvarenning 2026
Starvs­venjingin er góð og lærurík