Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð um Álvur Zachariassen

SKRIVAÐ: Sámal Petur í Grund, Formaður í Sjálvstýrisflokkinum  |  05.07.2022 - 00:19 Merkisdagar & Kunngerðir Politikkur Tíðindi

f. 05.06-1931 – d. 28.06-2022

 

Tað var við stórari sorg at tað frættist, at Álvur, hóast høgan aldur ikki var millum okkum longur.

Hendan dagin kom tann stóra kvirran, tá sálin fór yvir um fjallatromina og inn í ævinleikan.

Hetta hendi hóast vári og summari gevur okkum vónina, um eina bjarta tíð, sólin lívgar foldina, fuglurin kemur aftur, og framtíðar vónin birtist aftur í sál okkara. Hvussu skarst? Hvat náddu vit, og hvat lótu vit liggja?

Um hetta sama mundi legði Álvur Zachariassen árarnar inn, og tíð hansara var komin.

Børnini syrgja ein góðan pápa, abbabørnini ein góðan abba, familja og vinir hava mist ein góðan vin.

Tann stóri skarin av fólki sum fylgdi honum á hansara seinastu ferð, er ein vitnisburður um sorgina, sum nívir okkum øll.

Onkursvegna varða vit av, sum familja, vinir og ikki minst sum borgarar í hesum landi.

Nærumhvørvi har hann búleikaðist alt sítt lív hevur nógv at takka honum fyri.

Hann var sonur Mariu, f. Henriksen og Símun Petur Zachariasen, sum í nógv ár var løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Álvur var giftur við Korintu, f. Heinesen úr Klaksvík. Hon andaðist í 2009. Tey fingu fýra raskar synir.

Lívsleiðin hjá Álvi byrjaði á sjónum, og í 1957 fekk hann sær útbúgving sum skipsførari. Hann starvaðist sum yvirmaður í reiðarínum Lauritzen árini 1955 til 1964, og yvirmaður hjá Skipafelagnum Føroyar frá 1964 til 1971, og síðani lærari á Klaksvíkar Sjómansskúla frá 1972 til 1998.

Álvur hevði stóran áhuga fyri politiskum viðurskiftum. Hann stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin í Klaksvíkar Býráð í 1980 og var valdur, og sat sum býráðslimir til 1996. Hansara stóri áhugi var at menna Klaksvík á øllum økjum, og eitt av hjartamálum hansara vóru havnaviðurskiftini, og leikluturin hjá honum í nærumhvørvinum eigur ongantíð at verða gloymdur. Hann eigur at fáa rúmd og pláss tá lokala søgan verður skrivað.

Á landspolitiska økinum gjørdi hann eisini vart við seg. Hann umboðaði Sjálvstýrisflokkin á Føroya Løgtingi frá 1994 til 1998. Hann var m.a. limir í Fíggjarnevndini, Vinnunevndini og Landbúnaðarnevndini.

Hin upprisni var ikki bara við Álvur gjøgnum ungdóms- og manndómsár hansara, men eisini tá tað tók at kvølda, og lívsdagur hansara aftnaði.

Sorgin og saknurin er stórur hjá tykkum Árna, Marner, Símun Petur og Kristian Eli, abbabørnum og vinum.

Í takklæti lýsa vit frið yvir minni um Álvur Zachariassen. Hvíl í friði.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum