Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kallanes mannaður av indonesum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  10.07.2022 - 20:34 Mentan Tíðindi Vinna

Útróðrarbáturin Kallanes, sum var heimahoyrandi í Klaksvík varð fyri tíð síðani seldur til Sjógæti á Eiði.

Í gjár var eg á Eiði og tók í tí sambandi eina mynd av Kallanesi, ið lá við bryggju har ný umvældur og sum eisini hevði broytt lit.

Í dag sigur Hans Marius í Byrgi, stjóri á Sjógæti, at tað hevur víst seg ikki at vera so lætt at fáa føroyingar at dríva Kallanes til útróðrar. Tí er ein ætlan nú gjørd um at tríggir indonesarar skulu fara at drifta bátin.

Eg síggið fyri mær, sigur Hans Marius í Byrgi víðari, at vit fáa ein royndan útróðrarmann í Føroyum at fara við Kallanesi einar 10 túrar við tí í hyggju at seta indonesisku sjómanninar inn í streymviðurskifti og annað í samband við útróður og síðani skulu útlendingarnir eftir ætlan dríva bátin. Kallanes er eisini útgjørdur til snelluveiðu eftir makreli.

Í Danmark til dømis, er langt síðani at Mærsk setti útlendingar umborð á øll teirra skip, soleiðis at í dag eru tað mest føroyingar og danir sum eru yvirmenn ímeðan restin kemur frá eitt nú India og aðrastaðni. Skulu vit framhaldandi hava útróður og veiðu í nærøkinum, so mugu vit finna fólk aðrastaðni frá at reka útróðurin, sum eg skiljið, so er tað sama galdandi fyri størru línubátarnar í stóran mun.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)
Mjølnir vunnu FK kappingina
Føroya Byggifrøðinga­felag 50 ár
Team Klaksvík spælir fyrsta lands­kapping…
Innkomna peninga­upphæddin í ár er 1.590.…
Mjølnir sett ítróttar­stjóra
Morgunmatur og familjuguds­tænasta
Viðgerðartrygd verður raðfest
Álit er norð­urlendska gullið
Óneyvar og loyniligar sjúklingaskráir -…
Epli og gularøtur av Sandi
Nú byrjar hondbóltskappingin
Klaksvíkar Kommuna tapir kapping­ina um b…
Norðoya Bátafelag byrjar nú uppá vetrars…
Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri…
Team Klaksvík móti Neistanum sunnudagin
Hugni: Signar á Brúnni hugleiðir týsdagi…
"Ohm's lóg" og "Smámenn" vunnu ítróttark…