Lýsing
Lýsing
Lýsing
Janus Dam-Jacobsen og Magnus Norðberg, sum er standa uppi eftir sigurin á jóansøku, kunnu taka tvey ''tung'' met hjá 10-mannaførum á ólavsøku. | Mynd: KVF (Skíggjamynd)

Janus Dam-Jacobsen og Magnus Norðberg kunnu taka met

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.07.2022 - 13:16 Ítrottur Tíðindi

Annar fyri flest vunnin FM hjá 10-mannaførum og hin fyri flest vunnið FM við sama báti hjá 10-mannaførum.

Hósdagin verður síðsti FM-róðurin í ár, tá ólavsøkuróðurin er á skránni. Hjá 10-mannaførum skal ganga heilt galið, um Klaksvíkingur ikki skal vinna FM. Tí hann skal bara koma á mál uttan at blíva kolldømdur fyri at tryggja sær FM 2022.

 


10 FM við 10-mannaførum til Janus

Um Klaksvíkingur vinnur FM, so seta tveir av rógvarunum met. Janus-Dam Jacobsen hevur vunnið FM við 10-mannaførum við Klaksvíkingi í 2006, 2009, 2011, 2012, 2013 og 2015. Við Eysturoyingi í 2007 og Orminum Langa í 2018 og 2019. Í løtuni eru tað Janus og Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sum hava vunnið flest FM hjá 10-mannaførum. Men Janus kann nú blíva tann fyrsti at vinna 10 FM við 10-mannaførum í føroyskari kappróðrarsøgu.

 


Átta FM við sama báti til Magnus

Magnus Norðberg kann eisini seta eitt met hjá 10-mannaførum, sum hann frammanundan hevur saman við tveimum øðrum. Í løtuni hava Magnus Norðberg(Klaksvíkingur), Ludvík við Stein (Eysturoyingur) og Karl Olivar Bærentsen (Havnarbáturin) vunnið sjey FM við sama báti hjá 10-mannaførum. Magnus kann nú blíva tann fyrsti at vinna átta FM við sama báti hjá 10-mannaførum í føroyskari kappróðrarsøgu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!