Lýsing
Lýsing
Høllin í Beveren tekur yvir 1.100 áskoðarar. Føroyska landsliðið vandi í kvøld undan dystinum í morgin | Mynd: Jóhann Lützen

Jens Bang: Ein avbjóðing í heimsflokki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.08.2022 - 20:35 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Norðlýsið er við í Belgia nú føroyska flogbóltslandsliðið fyri fyrstu ferð skal royna at spæla seg til EM

Norðlýsið hevur fingið orðið á Jens Bang, venjara, stutt fyri, at føroyska A-landsliðið í flogbólti skal møta Belgia. Liðið heldur til í býnum Beveren í norðurpartinum av landinum, har dysturin eisini verður leiktur í morgin. Jens heldur dystin ímóti Belgia vera sera stóran, tí Belgia er í heimsflokki .

 

Jens Bang avmyndaður til venjing í kvøld

 

Jens Bang er høvuðsvenjari fyri føroyska A-landsliðið í flogbólti. Hann sigur at landsliðið hevur tikið seg væl fram síðani mai mánað, tá spælt varð ímóti Skotlandi, Íslandi og San Marino. Spælið var gott og hekk væl saman, og serliga gjørdu fleiri av teimum ungu tað gott.

 

Ov lítið at venja tríggjar ferðir um vikuna

Spurdur um støðið á føroyskum flogbólti svarar Jens Bang, at støðið svarar til miðal ella lægru helvtina av donskum flogbólti, men at til ber at hækka støðið við at venja munandi meira. Føroyingar venja bert 3 ferðir um vikuna, meðan í Danmark venja sjálvt amatør-leikarar 5 ferðir um vikuna. Føroyingar eiga heilt einfalt at venja meira fyri at gerast meira bólttryggir.

Jens Bang hevur tosað um hetta við røttu viðkomandi, men tað er torført at fáa fleiri venjingartíðir úti í feløgunum. Ungu leikararnir vilja fegnir venja meira, meðan tað ikki er eins áhugavert fyri teir eldru, sigur Jens, og leggur afturat, at fysiska venjingin somuleiðis hevur nógv at siga. Í Danmark venja tey fysiskt 2 ferðir um vikuna umframt bóltvenjingina.

Til avbjóðingina móti Belgia sigur Jens Bang greitt, at tað er ein avbjóðing í heimsflokki. Tað verður ikki nógv størri. Belgia er nummar 18 á heims-“ranking”-listanum, og til samanberingar er Danmark umleið nr. 60, meðan Føroyar eru nr. 119. Jens Bang væntar ikki at føroyingar fara at vinna eitt sett, men leggur dent á, at teir mugu gera sítt absolutt besta. Og aftur her fer samrøðan inn á venjingina. Fyri at gerast betri er einasti mátin at venja meira, endurtekur Jens Bang.

 

Flogbóltur er heimsins næststørsta ítróttargrein

Jens Bang sigur, at tað er onki til hindurs fyri, at føroyingar kunnu gera seg galdandi, men at tað so helst verður sum einstaklingar á útlendskum liðum. Hann nevnir sum møguleika at Danmark kann vera fyrsta stigið, og síðani kunnu føroyingarnir gerast nóg góðir til at fara í belgiskan ella týskan flogbólt, ið Bang sigur vera professionellan flogbólt. Í Týsklandi og í Belgia ber nevniliga til at liva av at spæla flogbólt, og at tað har ikki er neyðugt at gera nakað annað við síðuna av.

Flogbóltsvenjarin sær fyri sær, at føroyskir flogbóltsspælarar kunnu gera eins og hondbóltsleikararnir, har tað eru nakrir heilt framúrskarandi leikarar, ið gera tað gott í t.d. Danmark, og at hetta saktans kann henda fyri flogbóltsleikararnar eisini. Men Jens Bang undirstrikar, at flogbóltur er ein størri ítrótt enn hvat hondbóltur er.

- “Fótbóltur er sjálvandi nummar eitt, men tað er lygn, tá tað verður sagt, at hondbóltur er nummar tvey. Tað er flogbóltur.”, sigur ein avgjørdur Jens Bang.

Føroyar er í bólki C við Belgia, Estonia og Ísrael.

Føroyska landsliðið møtir belgiska landsliðnum í morgin kl. 19.00 og dysturin sæst her. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ikki rætt á Djúpumýru í morgun
Thorvald vakt ans uttanlanda
Undirsjóvarakvarium
Ein sera stórur tunfiskur á Sjómannadegn…
Ráðstevna: Miðlar á vegamóti
Flogbóltsk­vinnu­r­nar byrja nú Eurovolley…
Vágin kókaði í gjárkvøldið
Skúlin byrjar aftur hósdagin
ÍSF bjóðar aftur til Skúla­leikir
Svim um vágna
Ægir tilmeldingardag
Børnini í Vestmanna skúla hava uppiborið…
VistGrøði hevur fingið nethandil
Ferðalagið hjá kvinnunum er komið til Ky…
Við Føroya Sjómannadegi og Erlu Kongsdót…
Sjómannadagur úti í Klaksvík
Bjørt spyr um ríkisveiting og fíggjar­lig…
Áhugaverdur fyrilestur um fornar búsetin…
Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum
Krabbamein – ein ring sjúka