Lýsing
Lýsing
Lýsing

SOLEIÐIS SLEPPUR TÚ Í SILVALAND

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  04.08.2022 - 13:26 Mentan Tíðindaskriv Vinna

Silvaland er tilboðið til børnini og familjurnar á Summar Festivalinum. Silvaland, sum verður fyriskipað í samstarvi við Norðoya Sparikassa, er ætlað gestunum á Summar Festivalinum.

Summar Festivalurin hevur gestir í øllum aldri, og tey yngstu kunnu dusa sær í Silvalandi, sum er í KÍ-høllini og Badmintonhøllini. Samanbygdu ítróttarhøllirnar, sum eru uppskrýddar til høvið, bjóða fjølbroyttar aktivitetir, undirhald, sangløtur og mangt annað – eitt nú við hoppiborgum, boingbóltum, spælibreyt, andlitsmáling, teknistovu, barnacafé, ballóngørðum og mangt annað.

Fyri at sleppa inn í Silvaland krevst armband til Summar Festivalin.

Vaksin, sum ikki hava armband til Summar Festivalin, kunnu gjalda kr. 300,- fyri atgongd til Silvaland í tríggjar dagar. Hetta armbandið gevur ikki atgongd til sjálvan festivalin, men bert til Silvaland. 

Børnini (6-12 ár) kunnu eisini keypa armband til Silvalandið og Summar Festivalin við dyrnar til Silvalandi kr. 300,- sum er galdandi í teir tríggjar dagarnar

Við dyrnar verða hesir prísir fyri vikuskiftispass til Summar Festivalin:

Vaksin: kr. 1.100,-.

Børn (6-12 ár): kr. 300,-.

Børn (0-5 ár): Ókeypis

Skráin til Silvalandið sæst her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir