Lýsing
Lýsing
Lýsing

Summarfestivalurin á nýggjum leiðum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  05.08.2022 - 00:36 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í kvøld fingu vit at hoyra og síggja tað, sum heimskendi norski Allan Walker megnar á elektroniska ljóðpallinum. Framførðsla hansara var stórsligin, men var kanska ikki tað, vit eru von við at hoyra, tá talan er um konsertir.

Hví skuldi Summarfestivalurin koma við einum DJ. "Plátuvendarar" hava valla havt høgan kurs sum tónleikarar, tað roknaðu vit fyri eina heilt aðra sjangru. Men við hesi framførðsluni, sum vit sóu í kvøld, má ásannast, at Summarfestivalurin livir væl upp til festivalheitið. Allan Walker megnaði at fáa alt upp á kók á Vágsbøi í kvøld og serliga var hugaligt at síggja hvussu væl sjálvt smábørnuni kendu hansara tónleik.

Vit, sum eru komin "nakað" til árs mugu sanna, at vit liva ikki longur í 50'unum, 60'unum, 70'unum og so fram. Nei, hetta er 2022 og heimurin og vit broytast. 

At døma eftir stóru mannfjøldini í kvøld á Vágsbøi, so er hetta nakað tey hava tikið til sín.

Walker var ein forvitnislig og annarleiðis uppliving.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna