Lýsing
Lýsing
Lýsing

Meira um Húsarhaldsskúlan 

SKRIVAÐ: Jórun Niclasen   |  14.08.2022 - 12:57 Lesarabrøv Politikkur

Eg fari at heita á býráðslimirnar um at virða trivnaðin, sum longu er í miðbýnum, og at virða tær 1460 undirskriftirnar, sum eru handaðar borgarstjóranum. 

 

Í mai vóru trý ár liðin síðan vit fluttu í íbúð á Biskupstorgi. 

Hvønn dag havi eg verið í tí hepnu støðu, at útsýnið úr køkinum eystureftir er yvir økið, har ætlanin er at Húsarhaldsskúlin skal staðsetast og reisast.  

Hvønn dag gleðist eg yvir, hvussu væl børn og vaksin, gomul og eldri, ferðafólk og gestir og ymiskir bólkar hugna sær júst á hesum søguliga stað.


Staðið hevur ment seg 

Staðið hevur ment seg til eitt stað, har trivnaður er. Fólk í øllum aldri hugna sær á staðnum. Foreldur práta meðan børnini spæla. Gomul og eldri seta seg at hvíla, fella í prát við onnur. Ferðafólk og gestir vitja staðið. Tey taka myndir av prýðiliga frístaðnum, tey taka myndir  av fuglalívinum við sjóvarmálan, tey taka myndir av bátabrúgvunum og tey taka mynd av reystu og hábærsligu Kunoynni. Tey við barnavogni, tey við barnastóli, tey á súkklu, tey við hundi, tey við rolatori hava longu valt sær leiðina fram við hesum opna frístaði, sum av sær sjálvum hevur skapað trivnað í miðbýnum.


Torgið

Harafturímóti er útsýnið frá svalanum hjá okkum niður yvir eitt eftirgjørt torg. Torgið er steinsett við søguligum tilfari frá havnalagnum úti í Klaksvík.
Men Torgið savnar ikki fólk.
Har er ikki eitt menniskja at síggja.
Upp ímillum søguligu steinarnar veksur illgras í dag. Tí at túnið er ov lítið traðkað.

Hetta sigur mær, at har trívast fólk ikki.


Felagsskapur, trivnaður og læring

Býráðið hevur avgjørt, at Húsarhaldsskúlin skal staðsetast í miðbýnum.
Ein av grundgevingunum fyri at skúlin skal staðsetast í miðbýnum, er, at genturnar á skúlanum skulu fáa lív í miðbýin. 

Er tað ikki nógv at áleggja gentum, sum koma til Klaksvíkar at ganga í skúla at fáa lív í miðbýin? 

Skulu tær ikki fyrst av øllum hugsavna seg um felagsskapin, trivnaðin og læringina á skúlanum?  

Og fyri alt tað so er lív í miðbýnum, tað vita vit sum búgva í miðbýnum.

Varhugi og undran

Eg havi varhugan av, at býráðslimir og tey sum hava avgjørda meining um at skúlin skal staðsetast í miðbýnum, ikki vita hvussu góður trivnaðurin er í miðbýnum.  

Klaksvíkar Kommuna hevur fingið 1460 undirskriftir við áheitan um at taka málið upp aftur og finna nýggja staðseting til skúlan. Kommunan hevur boðað frá, at hon ikki ger meira við málið. 

Sambært valúrslitið frá kommunuvalinum 2020 náddi ongin býráðslimur 1460 atkvøðum.

Eg undrist stórliga.

Eg kenni ongan sum er ímóti at Húsarhaldsskúlin verður bygdur í Klaksvík. Sambært KVF so er peningurin til skúlan játtaður, so tað er ongin vandi fyri at hann ikki kemur. 

Eg fari at heita á býráðslimirnar um at virða trivnaðin, sum longu er í miðbýnum, og at virða tær 1460 undirskriftirnar, sum eru handaðar borgarstjóranum. 

 

Heilsan 

Jórun Niclasen 

Biskupstorg 7,3. HM

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Hermótið er kreativt og loftar teimum,…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…
Norð­oyastevnuteitið: Nógvur látur á Spin…
Norð­oyastevnublaðið tekur skap
Útróðurin um vikuskifti
11 ymiskir fyrilestrar á Atlantic Fair
Bakkafrost: Góð ársbyrjan
Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í K…
Badminton: U-15 landsliðið á kapping í D…
Svar til Hermann Oskarsson
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen