Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bjørt spyr um ríkisveiting og fíggjarligt sjálvbjargni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.08.2022 - 11:39 Politikkur Tíðindi

Hvussu stórur partur av samlaða almenna búskapinum er ríkisveitingin, t.e. í mun til inntøkur og útreiðslur hjá landi, kommunum og almennum grunnum, vil Bjørt Samuelsen m.a hava Una Rasmussen fíggjarmálaráðharra at svara.

Spyrjari:  Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður

Svarari:  Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Evni:  Um ríkisveiting og fíggjarligt sjálvbjargni

 

 

Spurningar:  

 

1.     Hvussu stórur partur av samlaða almenna búskapinum er ríkisveitingin, t.e. í mun til inntøkur og útreiðslur hjá landi, kommunum og almennum grunnum?

2.     Hvussu stórur partur av samlaða almenna búskapinum var ríkisveitingin í 2001?

3.     Hvørjar hava inntøkurnar hjá landi, kommunum og almennum grunnum verið hesi árini við og eftir 2001, og hvussu stórur partur av inntøkunum hevur ríkisveitingin verið?

4.     Hvørjar hava almennu útreiðslurnar verið hesi somu ár, og hvussu stórur partur av útreiðslunum hevur ríkisveitingin verið? 

5.     Hvør er føroyska bruttutjóðarúrtøkan í løtuni í mun til ta donsku og onnur grannalond, og hvussu stórur partur av føroyska BTÚ er ríkisveitingin?

 

Viðmerkingar:

Føroyar hava góðar fyritreytir fyri at klára seg sjálv fíggjarliga. Seinastu árini er bruttotjóðarúrtøkan vaksin, eins og kommunurnar hava átikið sær stórar sosialar útreiðslur, sum fyrr lógu á landskassanum. Flestu flokkarnir á tingi siga seg vilja arbeiða fyri fíggjarligum sjálvbjargni. Skal metast um, hvat ið krevst fyri at niðurlaga restina av rískisveitingini og gerast fíggjarliga óheft at øðrum landi, so er neyðugt at taka kommunubúskapin við í roknistykkið.

Frá 1. januar 2002 varð ríkisveitingin skorin við einum góðum triðingi. Tá táttaði ríkisveitingin í eina milliard krónur. Tí verður spurt um ríkisveitingina sum part av almenna búskapinum árið fyri og árini eftir blokkniðurskurðin.

Ríkisveitingin ella blokkurin er áhaldandi ein sentralur lutur í kjakinum um møguleikarnar fyri at gerast fíggjarliga sjálvbjargin og eitt sjálvstøðugt land. Ítøkilig og dagførd fakta um búskaparviðurskifti eru neyðug, skal kjakið vera sakligt og ítøkiligt. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár
Tunghoyrt á G! 2026
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Irena Olsen 20 ára starvsdag
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir…
Springarar ferðast tvørtur um Atlantshav…
Jørgen: - Dennis Holm, fíggjar­nevndarlim…
Hiddenfjord við ESG frágreiðing um burða…
Ársfrágreiðing 2024 við átta tilmælum
Syngja jólini inn í Hvannasunds kirkju
Frálík jóla­konsert í Christians­kirkjuni
Fríggja­dagin tann 12. desember fingu 14…