Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ikki ráð at lata vera

SKRIVAÐ: Steintór Rasmussen  |  17.03.2026 - 15:58 Lesarabrøv Politikkur

Vit kunnu rokna frá trappuni í Vágsbotni og upp á mánan. Og vit kunnu seta túsund spurningar og kjakast  á trapputingum kring landið. Vit verða ikki nógv klókari. Sjálvandi skal Suðuroyartunnilin gerast nú. Tí sum samfelag hava vit ikki ráð at lata vera.

 

Øll tosa um haldføri, og vit spyrja hvør ið skal gjalda. Hava vit ráð til íløguna. Hvør skal fíggja. Men hví tosa vit ikki meiri um dynamikk. Og at tann skilagóða íløgan at kalla altíð loysir seg.

At samanbera Suðurartunnilin við keypið av einum Ferrari til sonin, sum pápin als ikki hevur ráð til, er so óseriøst, at tað ikki eigur svar uppiborið. Men alt politiska prátið um fígging er eisini  fullkomiliga farið av sporinum. 

At eitt størri sjakk av arbeiðsmonnum tey næstu árini fara at bora og sprongja, og koyra burtur stórar lastir av gróti, sum helst skulu fyllast út til møguligar havnir ella aðrar planeringar í landinum, fer ikki at koyra Føroyar á heysin. 

Tað er optimisma og skilagóðar avgerðir, sum byggja land. Ikki eitt endaleyst og dapurt kjak ella roknistykki um framtíðina. Ei heldur ræðslan fyri mistari vælferð. Og als ikki eitt politisk keglarí ella óhaldbart fyrivarni, sum bara dýrkar, seinkar og gruggar ta góðu verkætlanina.

Vit kunnu tosa um kostnaðin av tunlinum, sum ongin reelt kennir. Men vit kunnu eisini tosa um sparingar og inntøkur, sum vit í veruleikanum heldur ikki duga at rokna uppá.

Tær 200 til 300 milliónirnar, sum vit árliga næstu 30 árini skulu gjalda fyri at fáa ein undirsjóvartunnilin til Suðuroyar, eru ikki ræðandi upphæddir. Serliga ikki, um vit gera okkum ómak at rokna upp á tær mongu óproduktivu almennar lønirnar, sum vit hava í landinum, ella hvat bygging og rakstur av nýggjum Smyrli fer at kosta.

Føroyar sum ríkt og væl útbygt oyggjasamfelag ella tjóð í ríkum felagsskapi eigur at fáa góðar lánstreytir, tá ið endaliga verkætlanin verður boðin út.

Vit hava sum sagt ikki ráð at bíða. Ella at lata vera. Men vit hava heldur ikki ráð at gera dýrkandi mistøk, sum komandi ættarlið skulu bøta fyri. Gevist tí at tosa um kostaðin, og hvussu nógvir bilar skulu koyra dagliga í tunlinum. Hugsið heldur um umhvørvið og at binda landið saman á skilabesta hátt. Tað snýr seg ikki um títtleikan av stórum og fínum bilum. Síggið ta stóru myndina. Og gloymið ikki, at tann góða og væl virkandi bussrutan til børn, pensionistafeløg, ítróttarfólk og onnur ferðandi, er eins týdningarmikil sum alt tosið um tíð, pengar og eina alt ov stóra pendling undir Suðuroyarfjørð.    

Tað er meiri møguleikin at koma og fara, sum er áhugaverdur. Og alneyðugt er, at fólk trúgva á framtíðina og veruliga trívast í nærumhvørvinum. Men eisini at tú og eg, saman við fólki í øllum landinum, kunnu hugsa stórar og spennandi tankar. Tankar, sum ongin búskaparfrøðingur ella politikari dugur at rokna uppá.     

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Enn ein bygging Eystan Garð
Lands­bankin og Heilsustýrið skuldu avtak…
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Einligi fólka­pensjónistu­rin og fíggjarli…
Badmintonhópu­rin í U17 kappaðist í Herni…
Fyribyrging - NGO
Mjølnir og  SÍ spæla fyrstu FM-finaluna…
Ikki ráð at lata vera
Pensjónistar eru ikki ein byrða, men loy…
Fólka­tingssessu­rin má takast í álvara
Útlendsk arbeiðsmegi
Málið er grund­arlagið undir føroyskari m…
Visjónir fyri vinnulívið
Broyttir samgongumøguleikar?
Náttúrukortlegging er grund­arsteinur und…
'Summarnætur' og 'Smurt snarljós' í Ment…
Hvat siga valskráir­nar 2026 um gransking…
Vælferðartøkni kann styrkja røktina – me…
Skatta­frádráttir skulu hækkast hvørt ár
Átta prosent av arbeiðsmeg­ini eru útlend…