Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vælferðartøkni kann styrkja røktina – men lóggávan má fylgja við

SKRIVAÐ: Fróði Magnussen  |  17.03.2026 - 13:44 Politikkur Tíðindaskriv

Alzheimerfelagið hevur heitt á myndugleikarnar at dagføra lóggávuna, so at trygdarskapandi vælferðartøkni kann nýtast í størri mun í eldrarøktini. Hetta kom fram í Degi og viku 20. februar. Hesa áheitan eiga vit at taka í størsta álvara.

 

Í dag eru lógarforðingar í Føroyum, sum gera tað torført at taka slíka tøkni í brúk. Oftast skal søkjast um loyvi í hvørjum einstøkum føri, og loyvini verða givin fyri avmarkað tíðarskeið. Hetta ger skipanina umsitingarliga torføra – og tað tænir hvørki starvsfólkum, búfólkum ella avvarðandi.

 

Samstundis vita vit, at trygdarskapandi vælferðartøkni kann gera stóran mun.

 

Royndir frá ellisheimum í Danmark og Týsklandi vísa, at slík tøkni kann:

                      •                    geva náttarvaktum upp til 40 % meira tíð til umsorgan og røkt

                      •                    geva dagvaktum 20–30 % meira tíð

                      •                    minka sjúkrafráveru og stress hjá starvsfólki

                      •                    fyribyrgja, at eitt nú búfólk detta, bróta bein ella fáa aðrar skaðar

                      •                    skapa størri tryggleika hjá avvarðandi

 

Við øðrum orðum: Tøknin gevur starvsfólkunum meira tíð til menniskjaligu uppgávurnar – til røkt, samrøðu og umsorgan.

 

Men føroyska lóggávan hevur ikki fylgt við menningini.

 

Í dag verður nógv vælferðartøkni bólkað undir sama reglurverk, sum merkir, at søkjast skal um loyvi í hvørjum einstøkum føri – eisini tá ið talan er um trygdarskapandi tøkni.

 

Í Danmark er hetta longu broytt. Har er hugtakið “tryghedsskabende velfærdsteknologi” komið inn í lóggávuna, so at ávís tøkni kann nýtast, uttan at søkjast skal um loyvi hvørja ferð – sjálvandi undir greiðum treytum.

 

Tað hevði gjørt skipanina nógv smidligari og givið bæði starvsfólkum og búfólkum betri umstøður.

 

Vit standa framman fyri eini tíð, har ið vit til dømis fáa fleiri eldri borgarar, meðan talið á starvsfólkum ikki fylgir við. Tað er torført at manna øll størvini. Tí er neyðugt at brúka nýggja tøkni og harvið nýggjar arbeiðshættir.

 

Skulu vit tryggja eina góða og trygga røkt í Føroyum í sambandi við eldrarøkt, demens, heimarøkt, brekøkið og so framvegis, mugu vit eisini tryggja, at starvsfólkini hava bestu amboðini til arbeiðið.

 

Tí eigur føroyska lóggávan at verða dagførd, so at trygdarskapandi vælferðartøkni kann nýtast í nógv størri mun.

 

Tað er gott fyri starvsfólkini.

Tað er gott fyri avvarðandi.

Tað er gott fyri tey, sum hava tørv á hjálp.

Og gott fyri samfelagið, sum kann liva upp til skyldurnar.

 

Ein jalig avleiðing er eisini, at hesi amboð kunnu verða ein av fleiri loysnum at bøta um fíggjarligu haldførisavbjóðingina.

 

X við A

X við FróðA Magnussen

 

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­tingssessu­rin má takast í álvara
Útlendsk arbeiðsmegi
Málið er grund­arlagið undir føroyskari m…
Visjónir fyri vinnulívið
Broyttir samgongumøguleikar?
Náttúrukortlegging er grund­arsteinur und…
'Summarnætur' og 'Smurt snarljós' í Ment…
Hvat siga valskráir­nar 2026 um gransking…
Vælferðartøkni kann styrkja røktina – me…
Skatta­frádráttir skulu hækkast hvørt ár
Átta prosent av arbeiðsmeg­ini eru útlend…
NBH og Nánd kanna størri samstarv á eldr…
Babba á Barsil
Gunnvá og Ólavur vitja Norðlýsið
Tað er lætt at brúka pengar, og at lyfta…
Bókaklubbadagur í Klaksvík 21. mars
Sirið og Mercedis vitja Norðlýsið í dag
Airbnb, summar­hús, langtíðarleiða er ok
Vegskattu­rin eigur at gagna lands­vegu­num…
Vit mugu gera alt fyri at tálma innflutn…