Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað er lætt at brúka pengar, og at lyfta peikifingurin

SKRIVAÐ: Rannvá Isaksen  |  17.03.2026 - 11:54 Politikkur Tíðindaskriv

Eg trúgvi uppá eitt samfelag, har tað loysir seg at arbeiða og at taka ábyrgd

 

Í hesum valstríði eru nógv uppáhald um Fólkaflokkin.

At kasta við runu er kanska ein partur av fólkaræðinum. Sjálv havi eg ongantíð skilt hendan tørvin.

Sum altíð, so eru summir flokkar óførir í orðum.

Vit í Fólkaflokkinum fáa skotið í skógvarnar, at vit bara hugsa um vinnuna, at fiskivinnan verður borin á lógvum, og tað vanliga fólkið verður gloymt.

Men latið okkum øll steðga á eina løtu, og fyrihalda okkum til veruleikan.

Eg hoyri aftur og aftur somu grundgevingar. Fólkaflokkurin hugsar bert um “vinnuna” og “tey ríku.”

Men hvør er vinnan í Føroyum?

Vinnan er íverksetin, hárfríðkarin, handilsfólkið, fiskimaðurin, handverkarin og mong við hesum, sum hava bygt fyritøkur upp úr ongum. Við stríði og strevi, havi hesi bygt sítt egna lívsgrundarlag. Vinnan eru tey, sum hvønn dag fara til arbeiðis og taka váðar á seg fyri at skapa virðir til land og samfelag okkara.

Vinnan eru ikki nøkur fá rík. Vinnan eru føroyingar í túsundatali.

Men har er eisini ein annar veruleiki, sum vit mugu fáa á borðið.

Føroyski búskapurin hevur havt góð ár. Samstundis er almenni raksturin vaksin sera nógv, og er nú á hægsta støði nakrantíð.

Peningurin, ið fíggjar almenna raksturin kemur ikki úr tí tómu luft, og teir vaksa heilt víst heldur ikki á trøum.

Uttan virðisskapan er ongin vælferð! Peningurin kemur úr vinnuni, ið hvønn dag skapar virðir.

Sjálv eri eg uppvaksin í eini íverksetarafamilju, og havi eg sæð, hvussu nógv arbeiði, hvussu stór ábyrgd, og hvør váði liggur aftan fyri ynskið, um at skapa arbeiðspláss.

Kanska er tað eisini júst tí, fólkafloksblóðið rennur í mínum æðrum.

Eg trúgvi uppá eitt samfelag, har tað loysir seg at arbeiða og at taka ábyrgd.

Latið okkum tí heldur halda okkum til veruleikan og tosa um, hvussu vit skapa virðini, áðrenn vit tosa um, hvussu vit brúka tey.

Tað er hendan kósin, ið eg ynski fyri okkum her í Føroyum.

 

Rannvá Isaksen, valevni hjá Fólkaflokkinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
NBH og Nánd kanna størri samstarv á eldr…
Babba á Barsil
Gunnvá og Ólavur vitja Norðlýsið
Tað er lætt at brúka pengar, og at lyfta…
Bókaklubbadagur í Klaksvík 21. mars
Sirið og Mercedis vitja Norðlýsið í dag
Airbnb, summar­hús, langtíðarleiða er ok
Vegskattu­rin eigur at gagna lands­vegu­num…
Vit mugu gera alt fyri at tálma innflutn…
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi