Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar og føroyingar skulu stýra føroyska heilsuverkinum!

SKRIVAÐ: Vinjard Johansen  |  17.03.2026 - 06:02 Politikkur Tíðindaskriv

Føroyar og føroyingar eiga, at hava fulla ábyrgd av at stýra føroyska heilsuverkinum. Avgerðir um heilsupolitikk og skipanir á heilsuøkinum, eiga at verða tiknar í Føroyum av føroyskum myndugleikum, soleiðis at føroyskt sjálvræði og demokrati verða tryggjað.

 

Bond, sum knýta Føroyar at altjóða felagsskapum, sum verða mettir at vera ivasamir, ódemokratiska og privatstýrdir, t.d. (WHO), og stórum heilivágsfyritøkum, eiga at verða loyst. Hetta er neyðugt fyri at tryggja, at avgerðir á heilsuøkinum verða tiknar við støði í føroyskum tørvi og virðum.

Lógir á heilsuøkjum, millum annað lógir, sum viðvíkja farsóttum, skulu evnast av Føroya Landsstýri, góðkennast av Føroya Løgtingi og verða grundfestar á føroyskt fólkaræði og frælsi. Soleiðis verður tryggjað, at føroyskir borgarar hava avgerandi leiklut í avgerðum, sum ávirka teirra heilsu og trygd.

Endamálið hjá okkum í Miðflokkinum er týðiligt: Føroyar skulu stýra føroyska heilsuverkinum, og føroyska fólkið skal hava rætt til at ávirka og tryggja eitt heilsukervi, sum virkar fyri landið og borgararnar.

 

Vinjard Johansen

Miðflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð