Lýsing
Lýsing
Lýsing

Latið føroyingar arbeiða uttanlands í frið.

SKRIVAÐ: Haraldur S. Hammer  |  16.03.2026 - 23:45 Politikkur Tíðindaskriv

Broytingarnar í skattligu viðurskiftunum hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands – bæði á landi og á sjógvi – eru ein álvarsom skeiv avgerð.

 

 

Føroyingar hava altíð verið arbeiðssamir og eftirspurd arbeiðsmegi uttanlands. Eftir búskaparkreppuna í 1992 varð eggjað fólki at fara út at arbeiða, og skipanir vórðu gjørdar, sum gjørdu tað møguligt og lønandi. Nógv gjørdu eitt stórt arbeiði fyri at skapa sambond við fyritøkur uttanlands, serliga í norsku oljuvinnuni – og tað eydnaðist.

Hesi fólkini hava síðan verið ein stórur styrkur fyri føroyska búskapin. Tey hava sent stór virðir heim til familjur sínar og samfelagið, og pengarnir eru brúktir í Føroyum, sum eisini hevur givið landskassanum stórar inntøkur.

At broyta skipanina nú er at spæla við eini týdningarmiklari inntøkukeldu. Avleiðingin kann vera, at fleiri velja at flyta úr Føroyum. Fleiri hava longu gjørt tað.

Hesin politikkurin fer ikki at økja um arbeiðsútboðið í Føroyum – hann kann tvørturímóti minka tað. Nógv av teimum, sum arbeiða uttanlands, arbeiða eisini her heima, tá tey eru í frítíð, hóast tey longu gjalda nógv í skatti.

Tey gjalda eisini arbeiðsmarknaðargjøld, limagjøld til fakfeløg og føroyska eftirløn, sum eisini verður skattað í Føroyum.

Vit eiga ikki at taka avgerðir, sum kunnu føra til, at fleiri føroyskar familjur flyta av landinum – ella at Føroyar gerast fátækari og minni fjølbroyttar.

Haraldur S. Hammer

Sambandsflokkurin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð