Lýsing
Lýsing
Lýsing
Húsini hjá Fjallheim á Stongunum í Klaksvík. Tey eru ikki til longur. | Mynd: Óli Olsen (Óli hjá Frits)

Johannes Fjallheim – hárskeri og myndamaður

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  02.09.2022 - 08:17 Mentan Tíðindi

Óli Olsen, fyrrverandi sjómansskúlalærari í Tórshavn hevur fingið atgongd til myndasavnið hjá Jóhannes Fjallheim og komandi tíðina fara vit av og á at síggja myndir haðani við onkrum teksti afturvið, umframt aðrar myndir

 

(grein úr blaðnum)

Tilkomnir klaksvíkingar minnast væl fryntliga Johannes Fjallheim. Hann búði á Stongunum í Klaksvík, hevði træbein og var viðhvørt á tríhjólaðu súkklu síni. Við træbeini bar ikki so væl til at súkkla á vanligan hátt, men við handpedalunum kom hann hóvliga fram. Sum skilst, endaði súkklan á Norðoya fornminnasavni.

Fjallheim hevði hárfríðkanarstovu – óivað mest fyri mannfólk – í húsum sínum á Stongunum, og hann hevði ”atelier,” har ið hann tók myndir, sum hann sjálvur framkallaði. Hann framkallaði eisini fyri fólk. Nógvar skipamyndir eru í savninum eftir Fjallheim. Húsini eru ikki til longur. Tey vórðu tikin niður í 1980-árunum.

Johannes Fjallheim (1899-1980) – føddur Heinesen – var borin í heim norðuri á Strond, men vaks upp hjá mostrini á Stongunum. Í 1933 giftist hann inn. Kona hansara var av Hellunum, Sofía Katrina, fødd Sivertsen.

 

Á Stongunum í Klaksvík situr Anna Samly á súkkluni hjá faðirnum Fjallheim. Mynd: Fjallheim

 

Í 1936 fingu tey einkadóttrina Annu Samly Fjallheim. Hon giftist Leif Reinert, bónda, í Norðadali. Tey fingu seks børn. Í 2000 doyði Leif, og elsti sonurin, Ólavur, tók við garðinum. Ommu- og langommubørnini eru nógv. Fyri nøkrum árum síðan doyði ommudóttirin Anna av sjúku. Hetta var sjálvsagt øllum dyggur smeitur.

Hugfarsligt er vitja Samly Fjallheim Reinert við Orknoyavegin í Havn, har ið hon hevur búð í mong ár. Hon hevur myndasavnið úr Klaksvík, og í bóksaskriving míni hevur hon mangan dugnað mær við myndum. Tað fari eg at takka henni hjartaliga fyri.

 

Hetta er óivað Sanatoriið í Hoydølum um ta tíðina, Fjallheim var sjúklingur har. Mynd: Fjallheim

 

At koma aftur til Johannes Fjallheim, so fekk hann tuberklar í bestu árum og kom at vera á sanatoriinum í Hoydølum. Sjúkan setti seg eisini í knæðið, so at hann 26 ára gamal mátti fáa beinið tikið oman fyri knæ.

Á ólavsøku var áhugaverd framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, nú hundrað ár eru liðin, síðani fyrsti bilurin – ein Ford T lastbilur – kom til Føroya. Í hesum sambandi var ókeypis bóklingur til tey vitjandi, og á síðu 16 er mynd av lastbilinum, sum stendur uppi við sanatoriið í Hoydølum. Sjúklingar sita í lastini, og aftast standa tveir mans. Samly sigur, at maðurin í føroyskari húgvu er faðirin Fjallheim og undir keppi Gunnar Kallsberg.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Posta gevur út nýggj frímerki – frá segl…
Norðstrok: Kom við felagstúr
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Føroysk lúsadata í heimsflokki
Búnaðarstovan vertur fyri norð­urlendskar…
Vinningar í lutaseðlasøluni hjá N25Y – v…
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik