Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj olju- og gassfelt seinka orkuskiftinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.09.2022 - 16:58 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Hvørt einasta nýggja olju- ella gassfelt seinkar grøna orkuskiftinum. Tað bindir okkum fastari í eina dýra og oyðileggjandi skipan, sum vit stríðast at koma burturúr. Kortini er tað júst hetta, løgmaður ger, tá ið hann bjóðar heimsins oljufeløgum henda vegin.

Løgmaður sigur, at útbygging av oljuvinnuni kann hjálpa til í orkukreppuni í Evropa, sum jú er ein avleiðing av, at evropeisk lond hava hildið fast í russiskum gassi alt ov leingi. Sannleikin er tó, at tað fer at taka nógv ár, áðrenn kolvetni er funnið og framleiðsla er farin í gongd. Tað er jú eingin olja ella gass í rakstrarverdum nøgdum funnin í føroysku undirgrundini. Tað er ikki ein hjálp í orkukreppuni, sum rakar nú. Hinvegin er tað ein umbering hjá olju- og gassvinnuni at leita eftir meira olju og gassi.

Fólkið hevur tørv á støðugum prísum og álítandi, bíligari og grønari orku. Tað fáa vit frá varandi orkukeldum og als ikki frá oljuvinnuni, sum í hesum døgum slær met aftan á met í høgum yvirskotum, samstundis sum tað av álvara svíður fíggjarliga hjá fólki, og tey hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman.

Eitthvørt ættarlið eigur at fáa tað betri enn undanfarin ættarlið. Til tess krevst ein skjót og rættvís umlegging til varandi orku av samfelagnum. Okkara ættarlið góðtekur snøgt sagt ikki, at vit og komandi ættarlið enda við einum ovurhondsstórum uppruddingararbeiði, ógvusligari og títtari veðurlagsbroytingum og verri matvørutrygd fyri at nevna summar av avleiðingunum av veðurlagskreppuni.

Menningin í varandi orku gongur við rúkandi ferð, og tað er sjálvandi eftir hesi leið, vit skulu fara. Sum dømi kann nevnast, at prísurin fyri framleiðslu av eli úr gassi er tann sami sum tann úr sólorku fyri 10 árum síðani. Til dømis er lægsti prísur fyri elframleiðslu nakrantíð framleiddur úr sólorku. Í fleiri førum hevur heimsorkustovnurin IEA ógvusliga undirmett hesa gongd, men sjálvt IEA sigur púra greitt, at fyri at røkka málunum um at halda alheimsupphitingina undir 1.5 ella í verri falli 2 hitastigum, kunnu vit ikki leita eftir meir olju ella gassi.

Orkuskiftið skal vera samhaldsfast, men tá ið løgmaður fer út við boðum til oljufeløg, samstundis sum ringasti turkurin í 500 ár rakar Evropa, so prógvar løgmaður enn eina ferð, at hann ikki tekur veðurlagskreppuna í álvara.

Óambitiøsi veðurlagspolitikkurin hjá sitandi samgongu er ikki annað enn eitt grønvaskað bringuprýði!  

 

 

Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Tórshavnar Kommunu

Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási