Lýsing
Lýsing
Lýsing

"Pent at flóta í morgun"

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  09.09.2022 - 09:53 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað segði Janus Sørensen, skipari á Brandi, tá vit tosaðu við hann í morgun. Brandur rør út úr Hvannasundi.

Vit eru byrjaðir aftur, eftir summarið, fyri viku síðani. Fiskiskapurin hevur verið brúkiligur og fiskaprísirnir góðir. Í vikuni sum fór høvdu vit ein túr upp á 5.500 pund og ein upp á 6.500 pund, mánadagin í hesi vikuni høvdu vit 4.500 pund í gjár 5.500 pund og í dag hava vit um 5.000 pund. Veðrið er av tí allar besta í morgun, tað er sera pent at flóta.

Fiskurin er sera væl fyri, eitt sindur smáfallandi og umleið ein fjórðingur av veiðuni er toskur. Eg spyrji Janus Sørensen um teir fáa nakra spraggu. Nei, sigur hann avgjørdur, vit síggja ongan kalva, seinast vit fingu nakrar spraggur var tá vit vóru á Føroya Banka í summar. Spurdi eisini um hann sá nakað lív á sjónum. Nei, segði hann. Nú er so vorðið, at tað fyri tað mesta er myrkt tá vit eru úti, so umstøðurnar at síggja eru ikki so góðar. Men tá vit fyrr í summar vóru eysturi í Holinum, tá sóu vit nógvan lomviga.

Spyrji aftur um úrtøkuna: "Jú tað er brúkiligt, hetta er ikki tann besta fiskitíðin á árinum, men úrtøkan er so at vit framvegis fara til útróðrar við 45 stampum, tað er tað".

Á søluni í morgun:

Brandur 5.000 pund

Bjørgvin 3.100 pund

Svartbakur 1.000 pund

Dalsenni 4.500 pund

Líðhamar 5.000 pund

Bragd 3.600 pund

Eg brúkti møguleikan at biðja mær ein túr við Brandi at fáa nakrar feskar útróðrarmyndir. Jú, segði Janus, eg skal boða tær frá næstu streymloysi, so fáa vit at síggja hvussu leikur fer. Brandur hevur roynt norðanfyri hesar báðar vikurnar síðani útróðurin hjá teimum byrjaði aftur.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja