Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Mynd: Oliver Joensen

Nýggjur Húsarhaldsskúli

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.09.2022 - 20:04 Mentan Myndarøð Tíðindi

Stór frøði nú sáttmálin er undirskivaður

Í dag hava Kjartan Hansen, stjóri í byggifelagnum Kanjon í Klaksvík, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri á Húsarhaldsskúla Føroya, skrivað undir arbeiðstakarsáttmála um bygging av nýggjum Húsarhaldsskúla í Klaksvík.

Frøðin var stór á Húsarhaldsskúlanum í dag, nú sáttmálin bleiv undirskrivaður.

 

Langar bíðirøðir

Í nógv ár hava bíðirøðirnar verið langar at sleppa inn á skúlan. Nýggi skúlin fer at stytta um bíðirøðirnar, tí her er pláss fyri nógv fleiri  næmingum enn á verandi skúla.

Og ongantíð áður hevur tørvurin, at seta fokus á mat, verið størri, enn hann er júst nú. Vit hoyra um matoyðsl, burðardyggan mat, stuttflutt, matmentan, hækkandi matvøruprísir, ovurfita, o.l. Á Húsarhaldsskúlanum lofta vit øllum hesum spurningunum og læra næmingarnar alt um mat. At gagnnýta mat, at gera mat og at vera tilvita um, hvat matur ger við okkum.

Handarbeiðslæran er eisini  sera fjølbroytt og sýnir skúlin stórstu virðing fyri føroyskum handarbeiði. Tilvitskan um at kunna skapa sítt egnað og at gera tað “unikka”, er sunn og mennandi fyri einstaka næmingin.

Vit fáa nú bestu karmar at hugsa grønt, burðardygt, kreativt og heilsugott.

Vit síggja fram til at geva okkara íkast til eitt livandi og mennandi miðbýarumhvørvi í Klaksvík við næmingum úr øllum Føroyum”, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri á Húsarhaldsskúla Føroya.

 

FAKTA

Luttakandi partar:

Klaksvíkar kommuna

Uttanríkis- og Mentamálaráðið

Almannamálaráðið

Bústaðir

FuglArk

Húsarhaldsskúli Føroya

Lýsing
Seinastu tíðindini
Karl: - Tað er lív í býnum
Ungur áleypari heldur fram
Fara fjallatúr seinni í ár
Noreg og Svøríki hava sent herfólk til G…
Føroysku U18 genturnar gjørdust nr. 2
Looknorth fer undir at byggja nýtt og se…
Arnbjørn: KÍ skal hava fleiri ungdómslan…
Útróðurin í dag
U18 dreingir­nir endaðu á 3. plássi
Tussj: Vit skulu víðari frá undankapping…
Stórt mannfall í KÍ frá byrjan
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Torradagar aftur á skrá
Búskapur í øllum: Hvør er meira verdur?…
Nakkur 3.500 pund
Ester Mikkelsen 70 ára føðingardag
KS: Tænastudeildin fær nýggjan leiðara
Heidi Sevdal til KÍ
Fólka­flokku­rin riggar til val?
Føroyar og Ísland gjørt semju um sínámil…