Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eftir at tað eru 54 ár síðani, at 1. B fór í skúla á fystasinni, hittast tey nú aftur í Klaksvík. | Mynd: Dávur Winther

1. B frá 1968 hittist

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  17.09.2022 - 14:43 Mentan Myndarøð Tíðindi

Eftir at tað eru 54 ár síðani, at 1. B fór í skúla á fystasinni, hittast tey nú aftur í Klaksvík.

Tó hava tey hitt nokk so regluliga um 5. hvørt ár. Flestu teirra koma frá Vágsheygaleiðini, niðan eftir Nýggja vegi móti Borðoyarvík og har um vegir.

Tey hava verið runt ymsa staðni í Klaksvík. Byrjaðu uppi í kirkjukjallaranum, har Sjúrður Sólstein greiddi frá um listarverkið hjá Edward Fuglø, Jesu úr Nasaret – eitt meistaraverk úr træskurði – 5.000 lutir.

Síðani gekk leiðin oman í Mentanarhúsið, har Dávur Winther greiddi frá. Tey vóru hugtikin av hesum tiltrongda húsi, sum kann menna so mangt í býnum, hildu tey.

Avrátt varð eisini, at tá ið, tey fara at hava 60 ára hátíðarhald fyri skúlabyrjan, skuldi tað verða fyri øllum árganginum, og tað skuldi verða í Mentanarhúsinum!

Leið gekk nú yvir í Nólsoyar Páls húsið, síðani skúlan og út í Grøv, hyggja at og hoyra frá QR-frásøgnunum um Læknastríðið og so eina góða veitslu seinni í kvøld í Nólsoyar Páls húsinum.

Tey vóru glað at hittast aftur, har fleiri teirra nú høvdu sín dagligdag í Tórshavn, og fegnaðust tey um, at tað hendir so nógv spennandi í Klaksvík.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi