Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú verða ídnaðargrudøki útlutað

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  20.09.2022 - 15:34 Myndarøð Tíðindi Vinna

Ídnaðarøkið við Borðoyarvík, “Undir Hamri”, sum tað eitur í dag, er nú endiliga liðugt og matrikkulstovan hevur skrásett grundøkini. Umsitingin í býráðnum er í ferð við at senda skriv út til tey sjey virkini, ið hava fingið økið útlutað.

Men, sigur Karl Johansen, býráðsformaður, fleiri eru á bíðilista eftir grundøki til ídnaðarvirki og tí hava vit ætlanir um at halda áfram at útbyggja hetta økið heilt út til Taravík.

Uttasta økið, sum nú er klárt, er undir Fitjasteini, har LookNorth fær útlutað eitt økið. Men grivið og sprongt er nakað longur út og har, siga serkønir, at komið er til gott grót, tí her er sami hamarin, sum á Bumshamri. Har vóru fleiri grótbrot, sum nøktaðu tørvin hjá byggingini og lendisgerð í Klaksvík í meira enn eitt mannaminni.

Tá farið varð undir at spreingja og grava til hetta ídnaðarøkið, sást skjótt, at tilfarið, sum vit fingu, var ikki egnað til tað vit ætlaðu at brúka tað til, nevniliga at byrgja fyri uppgangi av Borðoyarvík. Vit fingu ov lítið av stórum gróti burturúr, tí mátti stórt grót til hetta endamálið takast aðrastaðni frá.

Nú vit hava rakt lindina av Bumshamri, har grótið er sera gott, er ætlanin at flyta Grót og Tilfarssøluna hjá býráðnum út hagar, nakað uttanfyri Fitjastein. Frameftir fara vit helst at útvega okkum ein grótknúsara, soleiðis at Grót og Tilfarssølan kann hava tilfar av ymiskum slag at selja til vinnuna og borgarar.

Tá eg at enda spyrjið Karl Johansen, borgarstjóra, hvørjar ætlanir hann hevur við tørvinum á ídnaðarøki, nú sjey fáa tillutað øki her, men bíðilistin framvegis er langur.

Eitt er, at vit hava ætlanir um at halda áfram við ídnaðarøkinum við Borðoyarvík, í hvussu so er til vit koma út á Taravík. Men Klaksvíkar Kommuna hevur eisini aðrar ætlanir. Tá tunnilin Norður um Fjall verður skotin í gjøgnum, hava vit eina avtalu við tunnilin, um at taka ímóti 100.000 rúmmetrum av tilfari. Ætlanin við hesum, er at leingja havnaøkið í Ánunum longur norður eftir. Her fara vit eisini at fáa meiri øki til ídnaðin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…