Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nývalda næmingaráðið farið til verka

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  21.09.2022 - 13:33 Tíðindi

Skúlin hevur enn einaferð mannað næmingaráðið. Fyrstvald í ár vóru Emi Danielsen í N20y, sum fekk 68 atkvøður, og Jan Tórheðinsson í N20x, sum fekk 60 atkvøður. Teimum á baki komu Mirjam Glerfoss í B20b við 37 atkvøðum og Brynhild Dahl Jacobsen í H21b og Emma L. Nagurset í N21y, sum báðar fingu 34 atkvøður. – Um hesi fimm ikki fáa møtt, so eru Sesilia Feilberg í N20x og Markus Jensen í N21x eykavald og klár at møta á fundi. Eitt sindur fleiri næmingar vóru á vali í ár enn undanfarna skúlaár. Valluttøkan var hesaferð 73,24%.

Næmingaráðið hevði sín fyrsta fund í gjár. Ráðið hevur skipað seg við Emi Danielsen sum forkvinnu, Jan Tórheðinsson sum næstformanni, Mirjan Glerfoss sum kassameistara, Brynhild Dahl Jacobsen sum skrivara og Emma Langgaard Nagurset sum nevndarlimi.

Forkvinnan heldur, at hon fekk eitt so gott val, tí hon hevur lovað at arbeitt fyri at lítla kantinan skal lata upp aftur. Í løtuni eru vanliga alt ov nógvir næmingar í bíðiraðnum. Eisini hevur hon lovað at arbeiða fyri ymiskum frítíðartiltøkum aftaná skúlatíð. Næmingaráðið er til fyri næmingarnar á skúlanum, so næmingar eru altíð vælkomnir at seta seg í samband við forkvinnuna og restina av ráðnum. Nýggja ráðið er spent at fara til verka.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026