Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit síggja fram til at landið yvirtekur hølini hjá Norðoya Røktarheimi

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  22.09.2022 - 12:04 Tíðindaskriv Tíðindi

Sum borgarstjóri og formaður í stýrinum fyri NBH,eri eg fegin um fráboðanina frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, sum í samrøðu við Norðlýsið fyri fáum døgum síðan boðaði frá, at ætlanin er, at Kl. Sjúkrahús, ið sorterar undir landsstýrinum, skal yvirtaka hølini hjá Norðoya Røktarheimi.

Í samrøðuni staðfesti landsstýrismaðurin, at tvey røktarheim duttu niðurímillum, tá ið eldraøkið varð lagt út, nevniliga tey bæði á Tvøroyri og í Klaksvík, og tí eru hesar báðar ognirnar, sum hoyra til eldraøkið, framvegis ikki blivnar formliga skrásettar ognir hjá eldrasamstørvunum, so sum lógin greitt ásetur, at tær skulu.

Men nú ætlar landsstýrismaðurin at finna eina loysn á hesum, sum gongur út uppá, at kommunurnar fáa pening frá landinum afturfyri, at røktarheimini flyta út og geva sjúkrahúsunum karmarnar.

Kommunurnar eru við lóg rætti eigarin

Eg er samdur við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann, um ætlaðu loysnina, at landið skal rinda kommununum eina upphædd afturfyri, at røktarheimini flyta út, og geva sjúkrahúsunum karmarnar.

- Eg síggi fram til at byrja samráðingar við landsstýrið um upphæddina, sum sjálvandi skal liggja á einum støði, ið svarar til virðið á hesum ognunum.

- Við eldralóggávuni er Norðoya Bú- og Heimatænasta rætti eigarin av røktarheiminum, og tí er tað í stríð við lógina, at landið framvegis stendur sum formliga skrásettur eigari av hølunum hjá Norðoya Røktarheimi. Orsøkin til hetta er, at báðir hesir bygningar eru samanbygdir við sjúkrahúsbygningarnar, og teir standa á matriklum hjá sjúkrahúsunum, men hetta broytir ikki veruleikan, at tað eru kommunurnar í Norðoyggjum, sum áttu at yvirtikið hesar ognir sum partur av yvirtøkuni av eldraøkinum.

- Støðan í dag er tann, at sjúkrahúsið og Norðoya Røktarheim standa á sama matrikkuli, sum er tinglisin til sjúkrahúsið. Hesin matrikkul hevur í veruleikanum tveir eigarar, og tað er ta tvístøðuna, vit nú skulu fáa skil á. 

- Fæst ikki skil á hesum nú, verður leiðslan í NBH noydd at krevja tey høli, sum náttúrliga hoyra røktarheiminum til, aftur, og tað kemur at hava álvarsligar fylgjur fyri sjúkrahúsið. Eitt nú kann nevnast endurvenjingin á sjúkrahúsinum, sum í dag heldur til í hølum, sum upprunaliga vóru ein partur av Norðoya røktarheimi.

 - Men í góðum samstarvi við landsstýrismannin er nú ein loysn fyri framman, sum verður góð fyri allar partar, tí við at yvirtaka hølini hjá røktarheiminum fær Kl. Sjúkrahús eina tiltrongda víðkan, sum longu er væl samanbygd við sjúkrahúsið, samstundis sum vit í NBH fáa eitt endurgjald og kunnu byggja nútímans røktarheim.

- Eg síggi fram til at seta meg samráðingarborðið saman við landsstýrismanninum.

 

Karl H. Johansen

borgarstjóri og formaður í stýrinum fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-leikari sleyt hælsinuna undir kvøldsi…
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Føroya Tele hevði góðar 38 milliónir kró…
Ferðslan leygar­dagin 2. mai 2026
Virkið Vár: Bind tína egnu blómu við Gun…
Virkið Vár: Skattaveiða fyri børn í skúl…
Virkið Vár: Stokkakvøld í 1912
Týski kavbátu­rin U35 vitjar í Føroyum
Virkið Vár: Hugleiðing við Hendrik Old í…
KÍ kvinnur live kl. 13.30
Virkið Vár: Gongutúrur, søgur og góðir t…
- Vit nøkta og skapa ein tørv
Álit um føroyskt heiðurstekin handað løg…
Norðoya øki minst arbeiðsloysi
Hevur tú nakað upp á hjarta – og hug at…
SST kapping á Viðareiði
Dystarfrásøgn: Meistaradeildin kvinnur K…
Jú, lægri bensinprísir hjálpa eisini ver…
Baldursbráð verður útbygd
Konsertrøð við sello og klaver
Lýsing