Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað er vælvera í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.09.2022 - 15:45 Mentan Tíðindi Vinna

Klaksvíkar Handilsfelag skipar enn einaferð fyri tema-tunnilsdegi. Vit skipaði fyri “Tað brúsar og bobblar í Klaksvík” í apríl mánaði í ár. Og nú, 24. September, verður “Tað er vælvera í Klaksvík”. Vit bjóða tykkum øllum til eitt ókeypis tiltak í Spinnaríðnum.

 

Í Spinnaríðnum kanst tú syngja, dansa og fjæsa við Bubu frá kl. 11:00

  • Kl. 11:30 – 15:30 ber til at orðna hárið, og skapa eitthvørt í verkstovuni Hugla
  • Kl. 14:00 – 15:30 verður fyrilestur um strongd og lívgleði saman við Niclas Hera Jákupsson (ein steðgur verður)
  • Kl. 15:30 verður fyrilestur um at finna sína stílkjarnu við Báru Silvansdóttir

Ígjøgnum dagin verða kappingar um ymiskt lekkurt, sum kann skapa vælveru.

Umframt tiltakið í Spinnaríðnum, so hava okkara limur ymiskt at bjóða í handlum teirra. Millum annað kanst tú hitta Leiku og Leiki í Berglon kl. 17:00 og el-in hátíðarheldur 30 ára føðingardag við góðum tilboðum. Visit Norðoy fær vørur frá Einstakt og enn fleiri frá Fossa. Kaffi verður at fáa í ymiskum handlum.

Fleiri hugsa um at orðna negl og líknandi, tá tey hoyra vælvera. Men arbeitt verður við einum sera breiðum týdningi av vælveru á tema-tunnilsdegnum. Vælvera er, alt frá at hava tað stuttligt, at gera nakað sum man elskar, og til - at man hevur alt tað, ið einum tørvar. Tað er vælvera at kunna lata seg væl í, tá ið kalt er. Tað er eisini vælvera, at geva sær stundur til sín sjálvs við eini bók ella einum spæli, at hugsavnað seg við onkrum kreativum og við eini bommskál ella einum temunni. Somuleiðis kann tað verða vælvera at pynta seg, at súkkla sær ein túr og so framvegis.

Allir handlarnir hjá Klaksvíkar Handilsfelag kunnu í sær sjálvum geva tær okkurt slag av vælveru. Á degnum hava handlarnir sjálvur nógv spennandi at bjóða – og hvør veit, kanska onkur bjóðar kaffi ella okkurt heilt annað.

Yvirlit, hvussu handlarnir hava opið og mangt annað, sært tú á okkara facebook-síðu, Klaksvíkar Handilsfelag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni