Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Politikkur fyri fólk

SKRIVAÐ: Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi  |  23.09.2022 - 11:58 Politikkur Tíðindaskriv

Livikostnaðurin hækkar í hvørjum. Vit mugu gera ein hjálparpakka til vanlig fólk – og seta eitt prísloft á oljuna

Tey, sum onki eiga,

skulu ikki hava meir.

hóast byrðan altíð lætnar,

 um vit bera hana fleir.”

(Frændur)

 

Livikostnaðurin hjá fólki bara økist. Oljurokningin hækkar. Prísurin á gerandisvørum hækkar. Rentan hækkar í hvørjum. Kostnaðurin fyri at búgva og hava eitt heim er øgilig.

Fyri sperdar familjur. Verkafólk. Lág- og miðalinntøkur, Pensjónistar, ið mugu dúva uppá fólkapensjón, samhaldsfasta og brennistuðul. Lesandi. Stakar uppihaldarar.

Har er gerandisdagurin eitt enn størri stríð og stúran fyri næstu rokningunum.

Landsstýrið og politiski meirilutin tykjast liva í onkrari heilt aðrari verð. Verður nakað mett at vera átrokandi, er tað fyri tey, ið hava mest frammanundan og skulu hava enn fleiri framíhjárættindi.

Tað tók nakrar fáar vikur at avreiða fólksins ogn til nøkur fá. Og tað verður vikið frá øllum tíðarfreistum, tá ið tað snýr seg um ymisk seráhugamál hjá samgongufólki.

Øll orkan átti at farið til at viðgera økta livikostnaðin og tær sosialu avleiðingarnar. Nú eru 6 mánaðir síðani vit í Tjóðveldi skutu upp at gera ein hjálparpakka til vanlig fólk. Og støðan er bert versnað hesa tíðina.

Vit í Tjóðveldi skjóta millum annað upp:

-       Hækka familjuískoytið beinanvegin til tær mest sperdu familjurnar.

-       Hækka serstøku viðbótina (brennistuðulin) til pensjónistar, ið bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta. Harafturat vilja vit, at bjálvingarstuðulin, ið Húsalánsgrunnurin enn umsitur, kann brúkast at stuðla fólki at bjálva og leggja um til grøna orku.

-       Fyri at tað fíggjarliga ikki bert skal fara til at økja prísvøksturin og vinningin hjá oljufeløgum, vilja vit seta eitt tíðaravmarkað prísloft á olju og brennievni fyribils eitt ár fram.

-       Vit hava lagt fram uppskot um eina lønarpulju til at fíggja eitt veruligt lønarlyft í láglønarstørvunum á vælferðarøkinum.

-       Vit vilja hækka lestrarstuðulin.

Hetta verður fíggjað við øktum tøkugjaldi á alivinnuna. Og við veruligum gjaldi fyri framíhjárættin til stóru kvoturnar, sum í dag verður keyptar og seldar á pappírinum millum privat.

 

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Sannleikin er ofta illa lýddur
Rættartrygd krevur nágreiniligt arbeiði
Føroysku badmintonleikarar­nir gera um se…
Jákup Sumberg er aftur á Hilton Garden I…
Lýsing