Lýsing
Lýsing
Lýsing
Joseph R. Biden, jr., amerikanskur forseti, undirstrikaði, at útflutningsbann og revsitiltøk ikki mugu umfata matvørur, korn ella tøð. | Mynd: Bloomberg.

Joe Biden: Matvørur mugu ferðast frítt, eisini til og úr Russlandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.09.2022 - 15:01 Politikkur Tíðindi Vinna

Joe Biden, amerikanskur forseti, helt í gjár røðu fyri ST, har hann gjørdi klokkuklárt, at matvørur eru og framhaldandi mugu vera undantikin revsitiltøkum móti Russlandi. Hann heitti á øll heimsins lond um at lata vera við at lata útflutningsbann móti Russlandi eisini fevna um matvørur.

Biden var annars ikki blíður móti Russlandi í røðuni og segði russarar pumpa út lygnir, geva øðrum skuldina fyri kríggið og so framvegis. Men síðani segði hann, “So let me be perfectly clear about something: Our sanctions explicitly allow – explicitly allow – Russia the ability to export food and fertilizer. No limitation.”, altso at matvørur og tøð framhaldandi eru loyvd at verða flutt til og úr Russlandi.

Amerikanski forsetin rósti annars ST og øðrum londum fyri, at tey høvdu fingið í lag ein hátt at útflyta korn frá ukrainskum havnum við Svartahavið. Joe Biden ynskti harumframt at víðka tann møguleikan.

- “Vit trúgva fult og fast uppá tørvin at breyðføða heimin. Tað er orsøkin til, at USA er størsti stuðulin av World Food Programme og rindar yvir 40% av budgettinum hjá WFP, og vit eru somuleiðis størsti stuðulin hjá UNICEF og teirra royndum at geva børnum kring heimin mat í munnin.”, segði Joe Biden.

Harumframt segði hann, at USA hevur tikið á seg eina enn størri avbjóðing, tá tað kemur til mat-óvissu, og sipaði har til “Call to Action: A roadmap eliminating global food insecurity”, sum fleiri enn 100 limalond í ST longu stuðla. Í juni kunngjørdu G7-londini, at tey fóru at brúka Meira enn 4,5 milliardir US-dollarar (umleið 30 milliardir krónur) til at styrkja átøkini ímóti matóvissu í heiminum.

Ígjøgnum átakið “USAID’s Feed the Future” hevur USA uppskalerað innsatsin fyri at fáa til vega korn, ið er óávirkað av turki og hita, fram til bøndurnar, ið hava tørv á teimum, umframt at útluta tøð og at betra um tøðini, soleiðis at bøndur kunnu dyrka meira, hóast teir brúka minni, segði forsetin eisini.

Og so kom hann til boðskapin:

- “Vit heita á øll lond um at lata vera við at forbjóða matvøruútflutningi ella at leggja korn inn undir seg, nú so mong menniskju líða. Tí fyri øll londum í heiminum er tað galdandi, óansæð hvat annars skilir okkum at, at um foreldur ikki kunnu geva børnum sínum mat í munnin … onki annað hevur nakað at siga, um foreldur ikki kunnu geva børnum sínum mat í munnin!”

Forsetin endaði við at siga, at um vit hyggja at framtíðini, so fer USA at samstarva við sínar samstarvsfelagar í heiminum og gera gera reglur og dagføra tær, hvat viðvíkir nýggju avbjóðingunum í 21. øld. Her sipaði hann til tøkniráðið (Technology Council) í ES, sum saman við USA skal tryggja dagførda lyklatøkni, sum Biden orðaði tað, til gagns fyri øll.

 

Kelda: Hvítu Húsini (leinki).

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík spælir fyrsta lands­kapping…
Mjølnir sett ítróttar­stjóra
Morgunmatur og familjuguds­tænasta
Viðgerðartrygd verður raðfest
Álit er norð­urlendska gullið
Óneyvar og loyniligar sjúklingaskráir -…
Epli og gularøtur av Sandi
Nú byrjar hondbóltskappingin
Klaksvíkar Kommuna tapir kapping­ina um b…
Norðoya Bátafelag byrjar nú uppá vetrars…
Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri…
Team Klaksvík móti Neistanum sunnudagin
Hugni: Signar á Brúnni hugleiðir týsdagi…
"Ohm's lóg" og "Smámenn" vunnu ítróttark…
Lítli háfiðringur - nýtt djúphavsfiskasl…
Latið ei søguna doyggja
17 venjarar fingið UEFA B prógv
Búgvin landar sløk 24.000 pund
Einki broytt við heimastýris­nevnd­ini, LO…
Skatta­trýstið skal ikki hækka