Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir vann stórsteypadystin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.09.2022 - 17:40 Ítrottur Tíðindi

Talan var um sannførandi sigur í Kollafirði á Mjølnir vann 3-0 á ÍF í ársins stórsteypadysti leygardagin

Hugaligt var at síggja góða støði á dystinum. Talan er um nærmast sama lið í ár, ið mun til í fjør. Phil Freere er farin til Fleyr har hann er leikandi venjari. Tískil fáa ungir menn kjansin á kantinum og hendan dystin leiktu Ólavur Johannesen og Hørður Joensen á kantinum - teir fara at mennast fyri hvønn dyst. 

Tað var annars teir servandu við Thorvaldi Danielsen á odda, ið fingu sigurin til høldar. Miðjuleikararnir Jóhan Arni Elisson Wang og Páll Heðin í Grund saman við hartsláandi Steffan Rosenlund og Cristiani Imhoff í hvør sínum borði syrgdu fyri dygdar álops- og verjuspæli.

Hjá ÍF var Bjarni Larsen við aftur eftir skaðan hann fekk í fjør. Bjarni telist millum fremsu leikarar í Føroyum, men tað sást at hann ikki heilt er komin yvir skaðn enn. Vit sóðu nógvar ungar ÍF leikarar fáa kjansin.

Sum skilst roynir ÍF at gera sáttmála við ein útlending aftrat Vukasin. Teir hava verið settir í samband við ein hevara frá Ukraina, men har eru trupulleikar við at fáa mannin úr landinum. 

 

Settúrslit: Mjølnir 3 - 0 ÍF: 25-18, 25-13 og 25-18

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…