Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spæl í alskyns útgávum

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  27.09.2022 - 13:11 Tíðindi

Dagstovnaøkið í Klaksvíkar kommunu fer frá september í ár til juni 2023 undir eitt felags átak, ið skal stimbra spæl millum børn og millum børn og vaksin.

Námsfrøðiliga ráðgevingin hevur, saman við samskiparanum á dagstovnaøkinum og øðrum starvsfólkum á dagstovnaøkinum, ment eitt felags átak, har endamálið er at hugsa um spæl sum ein týðandi lið í, at børn trívast, mennast, læra at samstarva og hava ávirkan.

Spæl myndar dagliga dagstovnalívið, og er spæl tískil ein sera natúrligur partur av einum barnalívi. Við at seta orð á hetta er ætlanin, at starvsfólk á økinum geva hvør øðrum íblástur og fakliga vegleiða hvønn annan.

 

Hvussu skilja vit spæl

Hvat er spæl? Hvør er leikluturin hjá vaksnum, tá børn spæla? Eiga vaksin at spæla við, tá børnini spæla? Hetta eru bara nakrir av teimum spurningum, sum starvsfólkini fara at samstarva um og hava fokus á til m.a. starvsfólkafundir.

Umframt hetta verður eisini skipað fyri tveimum stórum tiltøkum, har spøl í alskyns útgávum verða partur av einum trivnaðardegi, har bæði børn og starvsfólk á dagstovnaøkinum stuttleika sær. Fyrra tiltakið verður í november, og tað seinna stutt fyri Norðoyastevnu komandi ár. Endamálið er at stuðla undir ein eldhuga, sum longu finst, men sum altíð kann stimbrast, tí ongin er ov gamal at læra ella at spæla, hvørki børn ella vaksin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti