Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, hevði eitt áhugavert upplegg um, hvussu teir fóru til verka í sambandi við miðbýarkappingina fyri tíggju árum síðan. | Mynd: Dávur Winther

Hin góði miðbýurin

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  28.09.2022 - 23:23 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í kvøld kl. 19 var almennur pallborðsfundur á Skúlatrøð. Evnið á fundinum var "Hvat er ein góður miðbýur?"

Áðrenn sjálvan pallborðsfundin hevði Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, eitt upplegg um, hvussu teir fóru til verka í sambandi við miðbýarkappingina fyri tíggju árum síðan, tá ið teir vunnu hugskotskappingina millum fleiri enn 150 uppskot úr at kalla øllum heiminum.

Onkusvegna er miðbýurin eitt sambindingarlið millum teir fýra býlingarnar, sum frá aldargamlari tíð hava ligið stratekist staðsettir rímiliga langt frá hvørju øðrum í mun til praktisk viðurskifti í sambandi við at røkja hagan, bøin og sjógvin – Biskupstøð, í Vági, Gerðar og Uppsalar.

Tí er kanska ikki so undarligt, at stórar grønar fløtur enn eru tøka í miðbýnum, tó at ítróttarøkið nú hevur tikið ein stóran part. Síðani er økið við Sandið, ið er íkomið sum ”avlopstilfar” frá Norðoyatunnlinum, lagt á prýðiliga sandin, ið var, og her gjørt øki til íbúðar- vinnu- og handilsøki, har tað í framtíðini eisini verður bygt hotel, Húsarhaldsskúli og skjótt setndur eitt nýtt mentanarhús liðugt har.

Ein miðbýur hevur eisini sum aðalmál, at tað er har fólk hittist og trívist. Hesum  er miðbýurin væl ávegis við, tó at tað enn kann tykjast ikki so liðugt og skipað við ferðslu, eins og hann kann tykjast nakað berligur við í so lítið av vøkstri.

Har eru nógv góð veruøki við torgum, breytum og kanal, sum tó kundi verið eitt sindur reinari, so til bar at dyppa, hevði onkur sum viðmerking. Tó bindur kanalin væl tann maritima partin við tilhalds- og útiøkini.

Ósáin, brúgvin, støðin og sandurin her hava eisini høgt rekreativt virði, har barnafamlijur ofta komu at fóðra dunnurnar og annan fugl.

Pallborð

Eisini varð skipað eitt pallborð, ið kundi siga sína hjartans meining um miðbýin, har Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinun, var orðstýrari:

Oddmar á Lakjuni, formaður í Umhvørvis og býarskipanarnevndini

Mimmy Vágshey, vinnurekandi í Biskupstorgi

Rasmus Biskupstø, lærari á Fróðskaparsetrinum

Gerda Absalonsen, limur í Eldraráðnum, sum eisini býr í BIskupstorgi

Victoria Neshamar, borgari, sum eisini gagnnýtir miðbýin

Eitt rættiliga afturgangandi tema hjá pallborðinum var, at tað manglar skelting í býnum fyri ferðsluni, men eisini um hvar ítróttarøkið og svimjihøllin og aðrir hentleikar í býnum eru.

Miðbýurin er ov óliðugur – tó at tað tekur tíð at gera hann lidnan. Neyðugt er at lýsa miðbýin og grannaøkini har betri.

Umráðandi er, at tann ferðsla, sum var í miðbýnum, var betri skipað í mun til parkeringsøki, gonguteigar og gongubreytir.

Best at hava miðbýin meira biltóman og meira fólkavinarligan, fyri tey, ið ikki nýta bil.

Tó fegnaðist Gerda Absalonsen um at búgva í miðbýnum, har tað er nógv lív í og stutt til allar tænastur, handlar, bankar, Telebúðina, Læknamiðstøðina, kafé, samkomuhús og kirkju.  

Albert Isfeldt

Til endans hugleiddi Albert Isfeldt, arkitektur um býarskipan og -bygging. At tað kundi vera vandi í vælferðini at skipa býirnar ov nóg, heldur enn at lata tilvildina ráða eitt sindur meiri, so alt ikki gjørdist ov stringent, stívt og skipað.

Ein umráðandi leiklutur í býarbygging var tó at umhugsa meira gróðurseting í býunum. Hann vísti á dømi, har myndugleikar høvdu kravt gróðurseting í sambandi við byggiloyvir og bygging annars.

Við høgum trøum fæst lívd, sum hevur betur gróður hjá øðrum urtum, grøsum og berum, umframt, at tað eisini veitir hita – hugna og trivna.

Eitt áhugavert kjak, sum eisini fekk sínar viðmerkingar frá áhoyrarunum um miðbýarmenning og hvussu byggingin í býnum ávirkar borgarar og trivnað teirra.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…