Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trupul fólk stjala tíð og eru orsøk til frustratiónir, ineffektivitet, illsinni og øsing  

SKRIVAÐ: Lýsingargrein  |  03.10.2022 - 10:56 Tíðindi

Flestu okkara kenna til støður har vit renna okkum inn í trupul fólk, einum sum óður, ónøgdur, órímiligur og ja, kanska eisini sera óunniligur. Og vit kunna eisini sjálvi vera soleiðis viðhvørt.   

Ja, summi eru trupul bara við hvørt og summi eru trupul fulla tíð!   

Serliga fólk, ið starvast í tænastuvinnuni, koma ofta í samband við trupul fólk 

Hesi fólk eru allastaðni á arbeiðsplássinum, í handlinum, á parkeringsplássinum, ja eisini grannin kann verða trupul. Serliga fólk, ið starvast í tænastuvinnuni, koma ofta í samband við trupul fólk og kunna ofta eisini enda í rættuliga óunniligum støðum bæði andlit til andlit og í telefonini.    

Tað er ymiskt hvussu vit duga at møta hesum fólkunum. Og tað er ymiskt hvussu vit hava tað aftaná. Ofta kann hetta oyðileggja tær allan dagin, ja kanska alla vikuna! Og kanska tú sjálv/ur, er hesin keðiligi og óhøviski persónurin aftaná. 

Og hvønn gongur tað so út yvir?   

  • Næsta persónin tú hittir?   
  • Unga persónin, sum situr við kassan?  
  • Makan?  
  • Børnini?  

Sebastian Nybo er útbúgvin arbeiðssálarfrøðingur og gevur fólki vegleiðing í at handfara trupul fólk. Hann hevur vunnið prísir fyri at vera ein fyrilestrarhaldari í serklassa. Hann dugur sera væl at seta fokus á, at hansara boðskapur skal kunna nýtast í praksis, umframt at hann tekur heildina inn í myndina. Hann brýtur við vanahugsan og kann bæði geva innlit og vera provokerandi.  

Sebastian gevur ítøkiliga og praktiska vegleiðing í, at handfara trupul fólk og ósemjur. Hann greiður frá ymiskum persónsmenskum og teirra atburði. Hann lærir teg ítøkilig amboð og hættir, sum gera teg føra/n at greiða tær orrustur, sum koma, har menniskju hittast.  

Og amboðini rigga. Ástøðini og modellini hava staðið sína roynd í veruliga lívinum:  
á skrivstovuni   

  • í tannlæknastovuni  
  • í móttøkuni   
  • á byggiplássinum   
  • á parkeringsplássinum.  

  

Tann 18. oktobur 2022 hevur Synergi skeið við Sebastian Nybo, har vit læra hvussu vit handfara trupul fólk    

Les alt um skeiðið og tekna teg her! 

  

Video við Sebastian, har hann greiðir frá skeiðinum: https://www.youtube.com/watch?v=NpM4rVPVVoY 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup Vilhelmsen byrjar inni hjá KÍ
Prima Facie í Miðhøllini
Vágsbotnshandilin
Hugni og gleði á Herluf's Kafé
Fyrstu valplakatir­nar komnar upp
Upptakt: KÍ-HB
Mads Boe Mikkelsen fingið nýtt felag
UPPHAV í neystinum
Húsið 20 ár
Løgtingsval: Nú kanst tú søkja um valræt…
Bláa bylgjan: - Vit reka fólk til dyst
Frimodt stillar ikki upp til løgtingsval…
Tænastumanna­felagið hevur havt Aðalfund
Jens Michael nýggjur kommunu­stjóri
Grandma’s Basement á Summar Festivalin
Norðlýsið aftur í nevnd
Vegleið­andi yvirlit yvir freistir í samb…
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…
Vikuskráin