Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoya Bjargingarfelag fingið ljóskastara í gávu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.10.2022 - 19:24 Tíðindi

Jan Haldansen, ein av fyriskiparunum av Bátafestivalinum í Vestmanna, hevur verið í Klaksvík at handa Norðoya Bjargingarfelag eina gávu fyri trúgva tænastu fyri stevnuna. Talan er um onki minni enn ein ljóskastara, bjargingarfelagið fær.

“Norðoya Bjargingarfelag er ein trúgvur stuðul hjá okkum, tá tað kemur til Bátastevnuna í Vestmanna, har teir standa fyri trygdini, sum er á kaiøkinum og á brúnum, og hetta hava teir gjørt í nógv Harrans ár”, sigur Jan Haldansen, nevndarlimur og fyriskipari, og leggur dent á, at ljóskastarin er keyptur lokalt í Klaksvík.

Tað er nevniliga í handlinum hjá MP Teknik í Klaksvík, at bátastevnufyriskipararnir hava ognað sær ljóskastaran, ið teir nú geva Norðoya Bjargingarfelagi sum gávu. Sum Norðlýsið skilir, so kemur gávan væl við, tí Norðoya Bjargingarfelag hevur nettupp ynskt sær ein tílíkan ljóskastara at brúka í sínum arbeiði við bjarging.

Talan er ikki um nakran bíligan ljóskastara, tí ein tílíkur kostar runt roknað einar 50.000 krónur, men Bátastevnan heldur, at tað hevur bjargingarfelagið væl og virðiliga fortjent. “Tað eru teir sum gera, at vit [fyriskipararnir, red.] fáa sovið um náttina”, sigur Jan Haldansen. Hann hevur mong føgur orð at bera Norðoya Bjargingarfelagi, ið kemur við nógvum bilum, útgerð og eru væl mannaðir, sigur fyriskiparin av Bátastevnuni eisini, sum umframt aðrar gávur eisini syrgir fyri at veita kost og logi, tá Bjargingarfelagið kemur til Vestmanna, men annars yvirletur alla trygdina til bjargingarfelagið, sum sambært Jan veit alt um mannagongdir v.m. 

“Tá Norðoya Bjargingarfelag kemur, tá vita vit, at alt er í tryggum hondum”, sigur Jan at enda.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útiguds­tænasta í Kunoy
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…
Norð­oyastevnu­konsertin 2026
Órógv á heimasíðuni
Myndarøð: Atlantic Fair endaði 2026 fram…
FBF sett royndan venjara til sandflogból…
Lands­stýris­maðu­rin á vitjan hjá Firum
Neytalortakapping Team Klaksvík
Bjørn Kalsø: Kalsoyar­tunnil fær ung fólk…
KJ skal veita aluminium arbeiðsbát til B…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Landsvegir í forfalli, 375 milliónir kró…
Netastovan keypt bygningin hjá Looknorth…
Heimsstjørna vitjar Varpið í kvøld!
- Flutningsvinnan gongur framá