Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.10.2022 - 12:22 Tíðindi Veðrið

Vit hava havt høgætt við køldum luftráki inn yvir oyggjarnar í tveir. Tað verður broytt í vikuskiftinum.

Lágtrýstið, sum hevur staðið eystan fyri Føroyar og hevur givið okkum hetta kalda veðrið, fer at flyta seg longur burtur frá okkum og missa sína mátt her hjá okkum.

Ístaðin fyri kemur eitt annað lágtrýst vestaneftir og nærkast Føroyum. Tað fer at liggja nær við Ísland, og tí fer ættin at liggja ímillum sunnan og útsynning í vikuskiftinum. Nógv regn hongur uppi í hesum lágtrýsti, og tað fara vit eisini at merkja í vikuskiftinum.

Taka vit veðrið meira ítøkiligt, so er enn køld høgætt, nú tað er middagur – einir 5 til 10 m/s av útnyrðingi. Tað er samdrigið ella skýggjað, fyri tað mesta turt, tó er ælaveður í støðum.

Soleiðis fer at vera allan dag. Seint í kvøld fer vindurin at minka niður í lítið og einki, meðan ættin gongur niður í útsynning.

Fyrrapartin í morgin fer vindurin at veksa spakuliga. Á middegi eru 5 til 10 m/s. Fyrrapartin í morgin fáa vit eisini ælaveður og út á seinnapartin fer at regna, og tað regnar restina av degnum og líka til middags sunnudagin. Annars er sama ætt restina av leygardegnum, útsynningur, og næstan vindferð, 5 til 10 m/s, onkra løtu 8 til 13 m/s.  

Sunnunáttina lækkar hann niður í sunnan, og vindurin fer at veksa. Fyrrapartin er vindferðin eina løtu 15 til 20 m/s. Á middegi støkkur hann vesturum, vindurin minkar niður aftur í 10 til 15 m/s, samregnið heldur uppat. Eftir tað er ein skái er í nakrar tímar við ælingum.

Um kvøldið fer vindurin aftur at veksa, og tað fer at regna. Á midnátt eru 15 til 20 m/s av vestri.

Keðiligt veður mánanáttina, 15 til 20 m/s av vestri og so av útnyrðingi fram ímóti morgni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trump: Ikki fleiri álop á Venezuela
Seglhúsmenni­nir áttu Háenni í 38 ár
Tyrlan partur av SAR venjing
Antoine Semenyo til Manchester City
Simona nýggj í FFT
At nápa eitt nápað hjáland
Skrivari Tjóðveldsins mótmælir landsstýr…
Eiði: Góð útgerð til kavagrevstur
Rættar­nevndin í Inatsisartut og grønlend…
“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nóg…
Fremmand tyrla í Klaksvík
Sløkkiliðsmenn í SKS verða heiðraðir
Evald Johannesen farin
Kavahugni
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag