Lýsing
Lýsing
Lýsing
Háenni siglandi suður gjøgnum Haraldsund | Mynd: Hjalmar W. Høgnesen

Seglhúsmenninir áttu Háenni í 38 ár

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  09.01.2026 - 10:37 Tíðindi Vinna

Á myndini fer útróðrarbáturin Háenni siglandi suður gjøgnum Haraldsund. Eg minnist henda bátin sum ein útróðrarbát hjá Seghúsmonnunum, sum Frits Olsen ella Frits hjá Inu førdi í nógv ár.

 

Háenni var smíðaður í Fåborg í 1946, og sama árið keyptu fýra viðingar bátin til Føroya. Í 1954 fer báturin undir hamaran, og tá keyptu Seglhúsmenninir hann frá Fútarættinum. Tey fyrstu árini var báturin til ymsan fiskiskap, men tey seinnu árini mestsum bara til línufiskiskap undir Føroyum. Byrgingin um Haraldsund var alment tikin í nýtslu í 1986, so myndin er tikin áðrenn tað.

Háenni var í 38 ár í reiðarínum hjá Joensen & Olsen, men tá alt virksemið hjá teimum fór á húsagang í 1992, keypti Føroya Banki bátin í Fútarættinum. Stutt eftir keypti Poul Jacob Joensen, skipari í Klaksvík bátin frá bankanum fyri 900 000 krónur. Poul Jacob hevði frammanundan ført sluppina Esther, sum var tiltikið gott fiskiskip, og sum so at siga bara royndi eftir upsa við snellu. Háenni hevði frammanundan roynt við línu undir Føroyum, og tað var eisini ætlanin hjá nýggja eigaranum.

Í 2009 varð Háenni seldur suður á Tvøroyri, og har fekk hann navnið Tanganes. Tvøramenn brúktu bátin at royna við snellu eftir upsa undir Føroyum. Vanliga vóru tríggir menn við bátinum, og hvør túrur vardi vanliga tríggjar dagar.

Tá teir ein dagin á vári í 2010 vóru staddir 13 fjórðingar norður úr Mýlingi, fór báturin at leka, og teir kláraði ikki sjálvir at halda hann lens. Brimil fór teimum til hjálpar, og menn av Brimli fóru umborð við pumpum, sum kundu halda bátin flótandi.Tískil kundi Tanganes sigla saman við Brimli á Klaksvík. Tað vísti seg, at lekin var við síðuna av stevninum omanfyri vatngangin, so tað var ikki neyðugt at taka bátin upp á beding fyri at tetta lekan.

Í 2012 varð báturin skrásettur sum stuttleikabátur og fær navnið Don Q á Tvøroyri. Í 2017 var báturin upphøgdur á Skála. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið