Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.10.2022 - 07:30 Tíðindi Veðrið

Keðiligt veður í nátt. Fitt av vindi av útnyrðingi og regn. Soleiðis fer at vera í dag, men tað fer at minka út á seinnapartin.

Lágtrýstini koma nær okkum fyri tíðina. Tá ið lágtrýstið, sum hevur staðið fyri veðrinum í gjár og í nátt, er farið norður í hav, burtur frá Føroyum, fer ein hátrýstryggur at stinga seg upp ímóti Føroyum. Tá er vanliga gott veður. Og soleiðis verður væntandi týsdagin.

Týskvøldið nærkast næsta lágtrýstið okkum vestaneftir – við vindi og regni týrskvøldið og mikunáttina.

Eftir tað eru tvey samdøgur við eitt sindur hampuligari veðri, til tað næsta lágtrýstið er nær. Tað hevur eisini vind og regn við sær, og tað fara vit at uppliva fríggjadagin.  

Meira ítøkiliga, so fer veðrið næstu 5 dagarnar at vera soleiðis:

Mánadag: 10 til 15 m/s av vestri um náttina, veksandi upp í 13 til 18 m/s fyrrapartin. Skýggjað og regn ella ælaveður. Út á seinnapartin minkar vindurin, um kvøldið eru 3 til 8 m/s, tað gerst klárari og fer at slíta í.

Hitalagið mánadagin fer at liggja um 6 til 9 stig um dagin, men niður í 2 stig um kvøldið og náttina.

Týsdag: Um náttina fer hann at liggja ímillum vestan og útsynning, undir 5 m/s, tað er klárt og turt. Út á fyrrapartin veksur vindur eitt sindur, á middegi eru 2 til 7 m/s, tað fer at draga samanum, so er skýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin er styrri millum ælini. Um kvøldið fer vindurin at veksa eitt sindur meir, á midnátt eru 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður.

Hitalagið týsnáttina fer at liggja um 2 stig, men um dagin 9 til 11 stig.

Mikudag: Um náttina 8 til 13 m/s av suðri, skýggjað og regn. Um morgunin støkkur hann upp í vestan, tað slítur í, og vindurin minkar niður í 5 til 10 m/s. Um kvøldið lækkar hann niður í útsynning, og vindurin minkar niður í 3 til 8 m/s.

Hitalagið mikudagin fer at liggja um 8 til 12 stig.

Hósdag: 8 til 13 m/s av suðri; um morgunin gongur hann upp í útsynning og minkar niður í 3 til 8 m/s, smáskýggjað og ælaveður. Seinnapartin lækkar hann niður í sunnan og so landsynning, mestsum sama vindferð.

Hitalagið hósdagin fer at liggja ímillum 8 og 11 stig.

Fríggjadag: Hann fer at mæla úr ymsum ættum, vindferðin undir 5 m/s til seint út á seinnapartin. Tá eru 5 til 10 m/s av norði ella landnyrðingi. Samdrigið ella skýggjað og regn ella ælaveður meginpartin av degnum.

Hitalagið fríggjadagin fer at liggja um 8 til 10 stig um dagin. Um náttin niður í 5 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…