Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bummgjaldið – eitt politiskt stríðsmál

SKRIVAÐ: Símun Absalonsen  |  11.10.2022 - 09:04 Politikkur Tíðindi

Síðani feløgini ið eiga Vágatunnilin og Norðoyatunnilin gjørdust skuldarfrí, hevur tað verið eitt afturvendandi politiskt stríðsmál hvat skal gerast við bummgjøldini. Skulu tey halda fram, ella skulu tey avtakast?

 

Skal eitt sakligt kjak spyrjast burturúr hesum máli er neyðugt, at ”stríðandi” partarnir duga at gera mun á, hvat er legitimt og hvat er ”skilagott” at gera.

 

Hvat sigur lógin?

Í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð stendur:

§1, stk. 3.   Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin og Pf Norðoyatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið uttan viðurlag avhendað landinum til ognar.

Hetta samtykti Føroya Løgting í síni tíð og henda orðing stendur framvegis óbroytt. Eitt endaleyst stríð hevur staðist av, hvussu henda orðing skal tulkast, og bæði leikur og lærdur hevur roynt seg við kreativum tulkingarháttum.

Her er fyrst neyðugt at sláa fast, at henda lógargrein er dømi um ófullfíggjað lógarsmíð. At tosa um at rinda ”útveganarkostnaðin” aftur fyri at avhending kann fara fram er roknskapartekniskt mjørkatos. Útveganarvirðið er eitt roknskaparligt aktiv, og fíggjarskyldur eru eitt roknskaparligt passiv. Eftir at hava arbeitt sum grannskoðari í meira enn 40 ár er tað heilt nýtt fyri mær, at mann lesur fíggjarligar skyldur á aktivsíðuni í fíggjarstøðuni.

Og tá lógargreinin heldur fram og sigur  ”… og Pf Norðoyatunnilin stendur sum eigari…” er forvirringurin fullkomin. Pf Norðoyatunnilin hevur altíð verið eigari av tunlinum og er tað framvegis, men tunnilsfelagið hevur, sambært lógini, beinleiðis skyldu til at avhenda ognarrættin til tunnilin, uttan viðurlag til landið.  

Ógreiða lógargreinin hevur sjálvandi havt eitt endamál, og tí er tað løgfrøðiliga neyðugt við eina skilvísari endamálstulking, heldur enn at lata kreativar løgfrøðingar fara í sjálvsving og tulka til ”bílagda ráðgeving”.

Lógargreinin kann í mínum hugaheimi bert skiljast soleiðis:   - Tá øll veðskuld er goldin og tunnilin er óheftur….verður alt anleggið avhent landinum til ognar.

 

Eitt lán við ongum lánitreytum?

Landskassin kom við 235 mió kr í váðafúsum kapitali til Pf Norðoyatunnilin. Alt var skotið inn sum partapeningur.

Um landið veruliga meinti, at hesin ”lánikapitalur” skuldi afturgjaldast, so átti í minsta lagi lógarviðmerkingar ásett, undir hvørjum treytum ”lánið” skuldi afturgjaldast sum t.d. afturgaldstíð, rentur vm.

Landið kundi eisini inngoldið hesar 235 mió kr eftir hesum leisti:  Ein mió kr sum partapening og 234 mió sum ábyrgdarlán. So kundi hetta ábyrgdarlán verið tolin lánikapitalur og veitt fráfalsváttan mótvegis uttanhýsis lánveitarum. Men løgtingið samtykti at binda allan innskotskapitalin í partapening.  

 

Hvat hugsaði landsstýrið?

Aðalstjórin í Vinnumálaráðnum, tá verklagslógirnar fyri Vága- og Norðoyatunnilin vórðu bornar niðan í tingið, er ikki millum okkara longur. Vit kendust heilt væl. Onkuntíð samtalaðu vit um hesar lógir, og fyrrverandi aðalstjórin harmaðist um, at orðingin í lógini ikki var greiðari, men hann legði dent á, at tað rann ongum til hugs, tá lógin varð framløgd, at partapeningurin var lánikapitalur. Politiskt var mann meira enn fegin, um bummgjaldið megnaði at rinda kapitalkostnaðin til uttanhýsis lánveitarar,  so landið ikki kom at hefta fyri meira enn innskotskapitalin í afturgjaldstíðini.

Tá lógin um Eystur- og Sandoyartunlar mong ár seinni varð løgd fyri tingið, høvdu lógarsmiðirnir lært av mistøkum og  valt eina greiða orðing, so eingin misskiljing skuldi vera. Í lógini stendur:  

§2, stk. 2  Tá samlaða skuldin hjá felagnum er fult afturgoldin, íroknað ábyrgdarlán, verða allar ognir felagsins uttan viðurlag avhendaðar landinum til ognar.

Hetta er greið tala og sigur eisini alt um, hvussu tilsvarandi lógargreinar í Vága- og Norðoyatunlinum skulu skiljast. Tá lánini í Eystur- og Sandoyartunlinum eru goldin er tað, við verandi lóggávu, ein skylda hjá tunnilsfelagnum, at avhenda allar ognirnar til landið. Men av tí at hetta felag í dag skyldar útvið 3 milliardir kr, ganga tað nøkur ár áðrenn Føroya Løgting kemur ”í neyð” av skuldarfríu tunlunum undir Skopinarfirði og Tangafirði. Men lógin er kortini púra greið.

 

Verjir løgtingið lógarbrot?

Vága- og Norðoyatunnilin eru í dag skuldarfríir og um Føroya Løgting ynskir at virða lóg og rætt, hevur tingið eftir míni metan tvinnar kostir í at velja við atliti til hesar tunlar. Annaðhvørt avtekur stjórnin bummgjøldini og avhendir tunlarnar til landið, ella broytir løgtingið verklagslóginar soleiðis, at bummgjaldið lógliga kann halda fram. Løgtingið hevur heimild at leggja skatt og avgjøld á borgarar og kann tí broyta lógirnar fyri Vága- og Norðoyatunnilin. Tað er slíkt vit hava eitt løgting til.

Men tað sum gongur fyri seg í løtuni er eftir míni metan lógarbrot, tí tað almenna uppkrevur í løtuni hetta bummgjald í heimildarloysi.

Hvat er mest skilagott at gera, hvat er rættvíst, hvat er samhaldsfast og hvat tænir samfelagnum best, kunnu tað vera nógvar meiningar um. Men eitt løgting og ein stjórn, við virðing fyri sær sjálvum eigur at tryggja, at legitimitetur er aftanfyri tað, sum gongur fyri seg, og tað er tað ikki í løtuni.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða hjá Mercedis til lands­fundin 2024
Komandi útgjøld úr Samhaldsfasta eru ikk…
Stóri týðarin Edvard S. Olsen
Hesi blivu ársins bestu hjá KÍ í 2024
Stórt tiltak í Ítróttarhallu­num í Klaksv…
Silas Gaard til 07 Vestur
Skeiv tøl eru brúkt í greining um Russla…
Studni hevur ikki tøl fyri lesandi í Dan…
Goodboys á OY Voxbotn  
Skipar Hansen's Romm er fyrsta føroyska…
Flyta tey ungu lesandi av landinum?
Veðrið um vikuskiftið: Bert leggur leiði…
Forn sigling
Hondbóltur: A-landsliðið spælir í Klaksv…
Marknaðardagur á Fossánesi
70-ára aldursmarkið hjá kommununi eigur…
Periskop: Føroysk listasøga í dag
Politiið og gransking fáa høga raðfestin…
Nývalda býráðið í Nes kommunu er nú form…
KÍ er styrkismett nummar 133 hjá UEFA