
Hetta vil Fólkaflokkurin
Undir slagorðinum “Sterk rødd á Fólkatingi” hevur Fólkaflokkurin lagt til brots við síni valskrá til fólkatingsvalið. Undir yvirskriftini “Vit vilja røkja føroysk áhugamál á Fólkatingi” skrivar flokkurin, at teirra fólkatingsumboð skal vera longdur armur hjá føroyska myndugleikanum í Danmark, og skal arbeiða fyri at seta tað í verk tað, sum Løgtingið hevur samtykt at galda millum Føroyar og Danmark.
Í tíðindaskrivi sigur Fólkaflokkurin, at “Vit vilja bøta um umstøðurnar hjá føroyskum lesandi í Danmark” og at “Okkara fólkatingsumboð vil betra um møguleikar hjá ungum lesandi at fáa bústað í Danmark og vil virka fyri, at føroysk lesandi fáa lutað lestraríbúðir í Danmark.”
Harnæst verður komið inn á umstøðurnar hjá teimum, sum verða send til Danmarkar til sjúkraviðgerð. Fólkatingsumboðið, skuldi Fólkaflokkurin fingið tað, vil bøta um umstøðurnar hjá teimum. Flokkurin vil eisini, at nýggja føroyska talgilda heilsuskipanin skal samvirka við donsku talgildu heilsuskipanina, soleiðis at journalupplýsingar eru tøkar í báðum sjúkrahúsverkunum. Grundgevingin er, sigur flokkurin, at “hetta fer at stytta og bøta um viðgerðina og samstundis økja sjúklingatrygdina”.
Fólkaflokkurin sigur seg vera óheftan av donskum innlendispolitikki, men vil virka í samstarvi á Fólkatingi, og flokkurin nevnir sum dømi, at tað bleiv gjørt við yvirtøkuni av undirgrundini og semjuna um bankaavtaluna.
Yvirtøkur og sjálvstøður limaskapur
Í tíðindaskrivi, sum er sent út frá Fólkaflokkinum, verður sagt, at “Okkara fólkatingsumboð fer at virka fyri, at Føroyar yvirtaka loftrúmið, íleggingargrunnin og fáa limaskap í altjóða felagsskapum.” og “Vit vilja virka fyri, at Føroyar fáa altjóða viðurkenning og harvið limaskap í ST, Olympisku Nevndini og WTO”. Her kann nevnast, at júst hetta vallyftið líkist tí hjá Framsókn.
Fólkaflokkurin vil aftur vinna umboðan á Fólkatingi, og sigur sjálvur, at “hann er besta boðið, tá umræður at brúka fólkatingssessin til frama fyri føroyingar, bæði í Føroyum og í Danmark”.
Ætlanin hjá Fólkaflokkinum er at nýta fólkatingssessin til at røkka nøkrum yvirskipaðum málum, og at vera føroyska røddin á Fólkatingi, sum burturav fer at røkja føroysk áhugamál á Fólkatingi. Fólkatingsumboð hjá Fólkaflokkinum fer at hava vakið eyga við øllum fólkatingsmálum, sum kunnu ávirka Føroyar, og umboðið skal eisini tryggja, at Føroyar og Danmark á felagsøkjunum skulu hava lóggávu, sum hóskar í Føroyum.
Víðari skrivar Fólkaflokkurin, at teirra fólkatingsumboð fer í tøttum samskifti við føroyska politiska myndugleikan at virka fyri, at avgerðir, tiknar av Løgtingi og landsstýri, verða settar í verk í donsku politisku skipanini, og at umboðið fer at virka fyri bestu møguleikum fyri føroysk lesandi í donsku útbúgvingarskipanini
Fólkatingsumboðið hjá Fólkaflokkinum fer at virka fyri, at føroysk lesandi í Danmark blíva raðfest í tillutanini av lestraríbúðum í Danmark. Føroysk lesandi eru í veruleikanum eru heimleys, um tey ikki fáa lestraríbúð í Danmark við lestrarbyrjan; og at arbeiða fyri, at føroyskir útisetar altíð kunnu kenna seg tryggar undir donskum lógum og mannagongdum. Flokkurin sigur tó, at umboðið fer at virka óheft av donskum flokkum, hóast Fólkaflokkurin altíð virkar í samljóði við borgarligu hugsjónirnar.
Hóast flokkurin fer at virka óheftur, fer fólkatingsumboð floksins at velja samstarv á Fólkatingi, soleiðis sum t.d. bleiv gjørt við yvirtøkuni av undirgrundini og í semjuni um bankaavtaluna.
Dyrnar latast uppaftur fyri loysing – innanfyri NATO, men ikki ES
Fólkaflokkurin skrivar í valskránni, at “okkara fólkatingsumboð vil virka fyri, um politiskur meiriluti á Løgtingi vil, at farið verður undir samráðingar, har Føroyar gerast ein javnt settur partur við Danmark, og um neyðugt í ríkjafelagsskapi gera avtalur um mál, sum undir verandi kørmum ikki kunnu yvirtakast av føroyskum myndugleikum”.
Tá ið tað kemur til hernaðarmál, vil flokkurin hava staðfest, og at tað altíð skal vera staðfest, at Føroyar eru partar av vesturlendsku verjusamgonguni NATO, og fer umboð floksins fer at virka fyri, at vilji føroyinga verður tikin við, tá hernaðarmál, sum viðvíkja Føroyum, eru á skrá.
Hinvegin vil Fólkaflokkurin ikki, at Føroyar gerast limur í ES. Heldur skulu Føroyar siga ja til fríhandil við ES.
Ymiskar forbetringar
Síðani stendur ymiskt í valskránni um, at íleggingargrunnurin skal koma á føroyskar hendur; at føroyingar, sum sita í donskum fongslum, í mestan mun kunnu sita revsingina í Føroyum; at markamótið millum føroyska og danska sjúkahúsverkið verður greiðari og at umstøðurnar hjá teimum sjúklingum, sum verða sendir til Danmarkar gerast betri
Fólkaflokkurin endar valskránna við at skriva, at “Samanumtikið fer Fólkaflokkurin at vera besta og mest virðiliga umboðið, sum Føroya Fólk setir á Fólkating”.