Lýsing
Lýsing
Lýsing
Næstan sama veður alt vikuskiftið. Fyri tað allamesta 5 til 10 m/s av eystri, skýggjað og fyri tað mesta turt. Okkurt frávik er sjálvandi í nakrar tímar. | Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.10.2022 - 15:00 Tíðindi Veðrið

Hann hevur ligið av eystri í morgun og í dag, vindferðin hevur verið 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta turt kring alt landið, tó at onkur ælingur hevur verið.

Tað er eitt lágtrýst vestan fyri Írland, sum dregur luftina av skandinavisku hálvoynni til sín. Ávegis fer hon umvegis Føroyar av ættunum millum eystan og landnyrðing.

Og soleiðis fer veðrið at vera alt hetta vikuskiftið.

Í kvøld hækkar hann úr eystri upp í landnyrðing, og vindurin veksur úr 5 til 10 m/s. upp í 7 til 12 m/s. Samdrigið ella skýggjað, og fyri tað mesta turt.

Hitin í dag liggur um 8 til 10 stig.

Í nátt og fyrrapartin í morgin er sama veður sum í dag. Seinnapartin gongur hann niður í eystan, og vindurin minkar niður í 5 til 10 m/s, og soleiðis er restina av degnum. Allan dagin skýggjað og turt fyri tað mesta, tó okkurt ælið.

Hitin í morgin fer at liggja um 8 til 10 stig.

Sunnunáttina veksur vindurin aftur upp í  7 til 12 m/s, framvegis av eystri, skýggjað og fyri tað mesta turt, og soleiðis er veðrið allan sunnudagin.

Hitin sunnudagin fer at liggja um 8 til 10 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…