Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Næstan stilli í morgun. Myndin er tikin í Eiðsvík eystureftir - ímóti tí lítla lotinum, sum var í morgun. | Mynd: Billy Petersen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  28.10.2022 - 16:00 Tíðindi Veðrið

Hetta vikuskifti fer eitt lágtrýst at nærkast okkum sunnaneftir. Tað fer fram við okkum vestanfyri, tí fer ættin at liggja úr landnyrðingi niður ímóti suðuri – tó at hann fer at mala úr ymsum ættum eina løtu í morgin ári.

Veðrið í morgun hevur verið soleiðis, at ættin hevur ligið av eystri ella landnyrðingi. Vindferðin ógvuliga lítil, undir 5 m/s. Vindmátarar Veðurstovurnar siga heilt niður í 2 m/s. Tað er skýggjað og fyri tað mesta turt. Hitin liggur um 7 til 9 stig.

Sum tað líður út á seinnapartin, fer vindurin at veksa eitt sindur. Um nátturðatíð eru 5 til 10 m/s, skýggjað og regn sunnanfyri; norðanfyri turt, møguliga okkurt ælið. Og soleiðis er veðrið eisini í kvøld.

Í nátt minkar vindurin niður í 3 til 8 m/s og enn skýggjað. Regn sunnanfyri í Føroyum, men yvirhøvur turt norðanfyri.

Fyrrapartin í morgin gongur hann niður í landsynning og eina løtu niður í sunnan. Vindurin fer at minka niður um 5 m/s, tað verður meira klárt í veðrinum og fyri tað allarmesta turt. Og soleiðis er eisini í annaðkvøld.

Hitin leygardagin fer at liggja um 8 og 11 stig.

Sunnunáttina fer at regna, og vindurin fer at veksa eitt sindur. Tíðliga um morgunin eru 8 til 13 m/s, skýggjað og regn.

Fyrrapartin sunnudagin slítur í, og hann lækkar niður í sunnan, og vindur minkar niður í 5 til 10 m/s. Tað sum eftir er av sunnudegnum er suðurætt, 5 til 10 m/s, samdrigið ella skýggjað og okkurt ælið seinnapartin – annars turt.

Hitin sunnudagin fer at liggja um 9 til 11 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
Lýsing