Stríð um sessin hjá Sambandsflokkinum
Løgmaður stendur á høvdinum fyri at gerast fyrstvaldur á sambandslistanum og Kaj Leo Holm Johannesen minnir fólk á síni mongu politisku avrik. Men á Oyri situr sambandskempan Edmund Joensen og ringir runt at fáa fólk at velja abbadóttrina.
GREINING: Alt bendir á at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin endurvinna fólkatingssessirnar, tá valið verður mánadagin. Hetta eru eisini flokkarnir, sum tykjast at vilja tað mest.
Serliga hevur Sambandsflokkurin havt eitt sera væl skipað, stílreint og sjónligt valstríð við fjølbroyttum átøkum, sum hava form, innihald og humor. Tá Mette Frederiksen skrivaði út fólkatingsvalið, lá Sambandsflokkurin sambært veljarakanningunum ájavnur við Tjóðveldi og Fólkaflokkinum, við umleið 20 prosentum.
Nú nærkast flokkurin valúrslitinum í 2019, tá Edmund Joensen fekk flokkin uppá á 28 prosent av atkvøðunum.
Jenis argar løgmann
Feska veljarakanningin hjá Kringvarpinum fríggjadagin vísir, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin liggja stavn um stavn, næstan 10 prosentstig frammanfyri Fólkaflokkin og Tjóðveldi. Tendensurin er tann sami sum veljarakanningin hjá Portal.fo mánadagin, tó at Javnaðarflokkurin nú hevur tikið løgmansflokkin aftur.
Víðgongda útsøgnin hjá Jenisi av Rana, uttanríkisráðharra, í Andgettinum týsdagin, er neyvan nakar trupulleiki fyri Miðflokkin. Men apatiska handfaringin ávirkar løgmann og er orsøkin til, at Sambandflokkurin, hóast alt, hevur eina lakari undirtøku í feskastu kanningini.
Fyri Bárð á Steig, løgmann, persónliga, merkir tað sannlíkt eisini, at hann ikki verður fyrstvaldur á sambandslistanum. Eisini hóast hann hevur gingið á hondunum heilar tvær ferðir seinast vikuna.
Spyrkanningin hjá Portal.fo vil vera við, at Johan Dahl, Kaj Leo Holm Johannesen og abbadóttir Edmund Joensen, Anna Falkenberg vera toppskjúttar hjá Sambandsflokkinum. Edmund Joensen er góður bakkur at hava og hann fer at tryggja skilagóðu abbadóttrini, Annu, nógvar atkvøður.
Magnus er jokarin
Men hvar er hóvligi og væl lýddi Magnus Rasmussen í hesum? Veikleikin við slíkum kanningum er, at tølini gerast ov smá at vera eftirfarandi, tá ið spurt verður um valevnini. Og hóast Spyr-kanningarnar hava verið á einari leið seinnu árini, so er tað als ikki vist at sjálvbodna panelið hjá Spyr umfatar kjarnuveljaran hjá Sambandinum í Eysturoynni.
Lúr okkum, um ikki Magnus fær eitt gott val, tá samanum kemur.
Tjóðveldi er tjóðveldi er tjóðveldi, sigur eitt av nýggju valevnum floksins. Ja, so er. Tjóðveldi hevur onga stórvegis viðgongd fyri tíðina, og hóast nýggj andlit royna at blása lív í fullveldishugssjónina, so hevur hon ikki fingið fastatøkur millum manna enn. Tí er einki sum bendir á, at flokkurin fær nóg stóra undirtøku mánadagin til at vinna annan sessin.
Javnaðarflokkurin hevði trupla byrjan og málið um ungt valevni, sum ikki slapp á listan og nógva negativa umrøðan av donskum pengum til føroyskar verkætlanir, komu illa við. Flokkurin við Sjúrði Skaale á odda fótaði seg tó skjótt og herrópini um úrslit kryddaði við skemtiligum innsløgum frá fleiri valevnum tryggjaðu at sessurin ongantíð kom í vanda.
Álvarsemi í Fólkaflokkinum
At ikki alt er so álvarsamt hevur verið eitt fríkst lot í einum annars tomum valdysti.
Men í Fólkaflokkinum er lítið at flenna at. Flokkurin stendur til eitt vánaligt úrslit og royndin, at í øllum lutum at vera álvarsom og seriøs, hevur eftir øllum at døma ikki riggað.
Nýggi formaðurin er øðrvísi enn fyrrverandi formaðurin og tað avspeglar valdysturin. Valfilmurin, sum kom hesa vikuna, er ímyndin av hesum. Ein sera flott og væl gjørd framleiðsla. Myndirnar eru døkkar og sýna álvarsemi og boðskapurin er greiður: Formaðurin er arbeiðssamur, seriøsur og dugnaligur. Einki fjas. Sama er galdandi við valplakatunum. Menn í klædningi og slipsi. Og so ein sterk kvinna.
At Fólkaflokkurin neyvan fær annan fólkatingssessin er eingin trupulleiki. Flokkurin er í ferð við at byggja seg uppaftur eftir niðurbræðingina í kjalavørrinum av landsstýrismannarokaduni, Anniku og formansskiftinum, tá allar innanhýsis ósemjur knappliga vórðu lagdar út á blik.
Tað sum telur er at fáa valdið aftur, tá løgtingsvalið verður komandi summar.