Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ríkisfelagsskapurin skal varðveitast, styrkjast og mennast

SKRIVAÐ: Edva Jacobsen  |  30.10.2022 - 14:50 Fólkatingsval 2022 Politikkur

 

Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum fult og heilt gongur inn fyri ríkisfelagsskapinum, aðrir flokkar eru sera lunkaðir hesum viðvíkjandi.

Vit í Sambandsflokkinum ynskja eina greiða, sterka og semjusøkjandi føroyska rødd á Fólkating, til gagn fyri alt Føroya fólk, bæði úti og heima.


Nøkur av mongu hjartamálunum

- Styrkja og menna útbúgvingarmøguleikar og sosial rættindi

- Tryggja framhaldandi SU til okkara ungu, bæði í Danmark og øðrum londum

- Áhaldandi styrkja sambandi millum ung í rikisfelagsskapinum

- Styrkja og menna heilsusamstarvið millum Føroyar og Danmark

- Arbeiða fyri at beina burtur markaforðingar

- Arbeiða fyri, at føroyska og danska løgreglan skulu javnsetast


Eg brenni fyri at kunna arbeiða við mínum mongu hjartamálum , um tað verður víst mær álit til tess. Eg fari ti inniliga at heita á teg, um at fara á val og geva mær tín stuðul, so mín møguleiki at umboða teg á Fólkatingi kann gerast verðuleiki. Hvør atkvøða ger mun - eisini tín!


X við Edvu Jacobsen

Takk fyri og gott sambandsval!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum