Lýsing
Lýsing
Lýsing

Størri virðing fyri føroyskum fiskimonnum, takk

SKRIVAÐ: Frimodt Rasmussen  |  30.10.2022 - 16:00 Fólkatingsval 2022 Politikkur

Ferð eftir ferð hoyra vit frá búskaparfrøðingum, at tað ikki ger so nógv, um sjómenn missa tjansin og hýruna. “Teir kunnu bara gera okkurt annað”, siga búskaparfrøðingarnir um tey, sum starvast í okkara høvuðsvinnu. Seinast teir søgdu hetta, var herfyri í greining til løgmann í sambandi við komandi fiskivinnusamráðingarnar við Russland.

 

Hetta eru ikki nýggir tónar. Heilt afturi í 2008 segði táverandi landsbankastjórin við Kringvarpið, at tað gjørdi onki, um størvini í fiski- og alivinnuni vórðu minkað nærum niður í helvt, úr 12% og niður í 7% av arbeiðsstyrkini. Og hendan uppfatanin hjá búskaparfrøðingum um, at vit væl kunnu vera sjófólk okkara fyri uttan, verður nú serverað fyri løgmanni við boðskapinum um, at Føroyar ikki hava tørv á Barentshavskvotunum.

Hetta er sjálvsagt púra burturvið, men hendan lítisvirðingin fyri føroyskum fiskimonnum finst eisini í Løgtinginum. Vinna flokkarnir og valevnini, sum eru á linju við búskaparfrøðingarnar, umboðan á Fólkatingi, kann tað hava við sær, at føroyskir sjómenn eisini verða lítisvirdir í Danmark.

Sambandsflokkurin hevur størstu virðing fyri føroyska fiskimanninum og vil gera sítt til, at hetta ikki hendir.

Verði eg valdur á Fólkating, fari eg har at skapa forstáilsi fyri týdninginum av føroyskari fiskivinnu í Barentshavinum og fyri, at vit eiga at halda fram við fiskivinnusamráðingum

X við B

X við Frimodt Rasmussen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum