Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  30.10.2022 - 21:00 Tíðindi Veðrið

Fyrru helvtina av hesari vikuni fara fleiri lágtrýst at hugna sær nakað vestan fyri Føroyar. Okkurt av teimum er eitt sindur djúpt, og nakað av vindi fer at vera rundan um tað, tó at tað ikki røkkur heilt til okkara. Men ættin fer at vera um sunnan.

Mikukvøldið og hósdagin fer eitt lágtrýst at leggja seg beint á Føroyar. Tá fer at mala úr ymsum ættum og at regna nógv.

Fríggjadagin fer lágtrýstið eysturum og burtur frá okkum. Ein hátrýstryggur við góðum veðri fer at stinga seg upp ímóti Føroyum, áðrenn tað næsta kemur.

Vikuskiftisveðrið taka vit her á síðuni fríggjadagin.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Sunnan, 5 til 10 m/s. Samdrigið og turt um morgunin, men út á fyrrapartin skýggjað og regn. Eitt sindur út á seinnapartin slítur í, og tað klárnar eitt sindur. Restina av degnum (valdegnum) er samdrigið og fyri tað mesta turt.

Hitin mánadagin fer at liggja um tey 10 stigini.

Týsdag: Minkandi vindur av suðri um náttina, út 5 til 10 m/s niður í 2 til 7 m/s, og fyrrapartin gongur hann upp í eystan, og tað er samdrigið og fyri tað mesta turt. Tá ið nakað er ligið út á seinnapartin minkar vindurin niður í lítið og einki, og hann fer at mala út ymsum ættum, meðan tað gerst meira skýggjað, og so fer at regna. Vit kunnu vænta, at tað regnar restina av degnum.  

Hitin týsdagin fer at liggja um 7 til 9 stig.

Mikudag: Ymsar ættir um náttina, skýggjað og regn, men um morgunin er útsynningur, 8 til 13 m/s, og tað slítur í. Fyrrapartin lækkar hann niður í sunnan, og vindurin minkar eitt sindur, niður í 5 til 10 m/s, samdrigið og fyri tað mesta turt. Seinnapartin gongur hann upp í landsynning, og vindurin fer at veksa. Á midnátt eru 10 til 15 m/s. Um kvøldið er skýggjað og regn.   

Hitin mikudagin fer at liggja um 6 til 8 stig.

Hósdag: Hann fer at mala úr ymsum ættum, vindferðin undir 5 m/s. Skýggjað og ælaveður allan dagin.

Hitin hósdagin fer at liggja um 8 til 10 stig.

Fríggjadag: Vestan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Seinnapartin gongur hann niður í sunnan, og vindurin fer at minka. Um kvøldið er sunnan, 2 til 7 m/s.

Hitin fríggjadagin fer at liggja um 6 til 8 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna