Lýsing
Lýsing
Lýsing

X við umhvørvið

SKRIVAÐ: Ingilín D. Strøm  |  30.10.2022 - 18:52 Fólkatingsval 2022 Politikkur

Við øllum átøkunum, sum heimsins lond hava sett í verk, megna vit bert at minka útlátið í 2030 við 1%. Tað er alt ov lítið. Tí skulu vit føra umhvørvispolitikk á øllum politiskum pallum sum vit hava atgongd til. Eisini á fólkatingi. Vit skulu gera nógv, nógv meira í Føroyum. Men hava vit eitt umboð, ið hevur úrslit og samstarv fyri eygað í fólkatingssessinum, ber eisini til at fáa ítøkilig umhvørvisátøk á skrá, ið gagna øllum. 

Hetta ímyndi eg mær millum annað, sessurin kann brúkast til umhvørvispolitiskt:

Eitt umhvørvispolitiskt umboð kann vera við til treytaleyst at seta umhvørvis- og náttúrupolitikk á skrá á øllum størri pallum, ið fólkatingssessurin gevur atgongd til. Tað kann vera í evropeiskum, arktiskum og norðurlendskum høpi.

Fólkatingsumboð kunnu skapa samband millum ymiskar grunnar ella feløg og føroyskar verkætlanir. 

Stórur áhugi er at stuðla átøkum innan náttúru- og veðurlagsøkið í løtuni. Dømi um samstørv, ið grunnar hava stuðlað eru verkætlanin um sjóvarfalsorku í Vestmannasundi - skjótt eisini Heystfirði og Koltursverkætlanin. Føroyar eru lítlar, og júst hetta eigur at vera serliga áhugavert fyri bæði verkætlanir innan orku og náttúruvernd.


Vit eiga at seta ein norðuratlantiskan umhvørvis- og náttúrugrunn á skrá, sum skal stuðla verkætlanum, ið bremsa veðurlagsbroytingum og margfeldiskreppuni. 

Tað eigur at bera til, eins og tað bar til at seta filmsgrunnin Norddok á skrá, sum stuðlar heimildarfilmsverkætlanum úr Føroyum, Grønlandi og Danmark. Hvørt valskeið verða 26 milliónir settar av. Hesin grunnurin stuðlaði m.a. framúr góða filminum "Skál". 


Við vón um gott (umhvørvis)val í morgin.

Ingilín D. Strøm, fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum