Lýsing
Lýsing

Kapprenningin um tvær trivaligar danskar lønir

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen  |  31.10.2022 - 00:03 Fólkatingsval 2022 Politikkur

Í kvøld endaði almenna valstríðið til tveir sessir í einum útlendskum parlamenti. Lívligi fundurin varð hildin í Løkshøll í Runavík, og um ein lítlan sólarring lata valhølini aftur. Hesaferð havi eg, hóast áhaldandi umbønir, valt valið frá, og orsøkin er hon, at eg havi ivaleyst at taka mær fyri sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og velji at taka ábyrgdina av tí stóra áliti, sum veljarin vísti mær á kommunuvalinum í 2020, og óneyðugt skuldi verið at sagt, at her stilla vit upp á fleiri borgaralistum og ikki á partapolitiskum listum.

 

Hesir báðir sessirnir í einum útlendskum parlamenti eru ein leivd av donskum hjálandapolitikki, sum framvegis verður hildin í hevd í Føroyum og í Grønlandi.

 

Eru Føroyar eitt demokrati – eitt fólkaræði? Er hetta valið í morgin eitt demokratiskt val í einum demokratiskum landi?

 

Fraklendingurin Charles-Louis de Secondat Montesquieu, sum livdi í 17. og 18. øld, er faðirin at tesuni um vøldini, sum øll demokratisk samfeløg gøllhalda um sum bul undir samfelagnum. Lóggevandi, dømandi og útinnandi valdið. Umráðandi er eisini, at hesi vøld stútt og støðugt skáka hvørtannað. Tesan snýr seg sjálvandi um tjóðir, sum hava fult og heilt politiskt og stjórnarskipanarligt ræði á øllum trimum vøldunum.

 

Føroyingar hava ikki ræði á dómsvaldinum – danir, aðrir, ráða fyri øllum.

 

Føroyingar hava partvíst ræði á lóggevandi valdinum – hópur av tungum donskum lógum verða frá tíð til aðra kroystar niður yvir danska heimastýrisvaldið í Føroyum.

 

Føroyingar hava partvíst ræði á útinnandi valdinum – hernaðarmál, uttanríkismál, gjaldoyramál, løgreglumál o.s.fr. liggja uttanfyri føroyskt ræði.

 

Niðurstøðan er, at føroyska samfelagið annaðhvørt er eitt pseudodemokrati, ella at vit í gerandisdegnum lata okkum lynda, at liva við einum trivaligum demokratiskum undirskoti.

 

Tí haldi eg uppá, at hetta valstríðið snýr seg um tvær trivaligar danskar lønir, sum standa á einum óhóskandi demokratiskum undirskoti í landi okkara.

Skal man kortini fara á val, eru bert tvær leiðir at velja ímillum:

 

Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin fyri at knýta okkum fastari at hjálandinum Danmark, og at gera okkum meiri heft av donskum peningi í framtíðini.

 

Ella:

 

Tjóðveldisflokkin, Framsókn og kanska Fólkaflokkin - fyri at tjóðskaparstríðið kann halda fram á øllum mótum fram ímóti sjálvsagda málinum, sum eru einar frælsar Føroyar.

 

Gott val.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein av manning­ini latið lív
Spreinging í maskinrúmi­num á Glyvursnesi
Áheitan á løgmann: Rek ikki fólk av land…
Skoytubreytin opin til kl. 20
Klaksvíkar Tónlistar­skúli ynskir sær kon…
Eyðun Thorgeirsson vitjar í Norð­lýsinum
Enn eitt álop á norð­urøkið
Greining av nýggju keypsætlan­ini hjá KÍ
Hanna Johannesen farin
Dennis Holm ger beint ímóti frámælinum
Nýggjársrøða løgmans 2024
Møti við útisetum nýggjárskvøld í Betesd…
Video: Tá vit fóru inn í nýggja árið
Gott nýggjár!
KÍ gjørt sáttmálar við tríggjar leikarar…
Ansið væl eftir tykkum
Nýggjársheilsan frá Nes kommunu
Sólarn Isaksen í Norð­lýsi­num
Bylgjucup var í vikuskiftinum
Regin smiður góð ummæli