Eitt absurd valstríð er av
Mongu veljarafundirnir kring landið hava kanska ikki flutt so nógv, men avdúkaðu, at óhugnaliga mong av valevnunum ikki vita, hvørjar uppgávur liggja hjá Løgtinginum og hvørjar hjá Fólkatinginum. Men føroyski veljarin læt seg ikki lumpa. Hann valdi fólk á Danating, ið veruliga brenna fyri Danatingi.
Tað er ov galið, at politisku flokkarnir í Føroyum ikki lata síni valevni betur í til eitt valstríð. Til dømis kom ein spurningur úr salinum til valfundin á Glasi fríggjadagin, har spurt varð, hvat valevnini, um tey vórðu vald inn á Fólkating, vildu gera fyri løgregluna í Føroyum, ið er danskt málsøki. Meira enn ein í panelinum segði, at tey ætlaðu at yvirtaka løgregluna! Spyrjarin mátti biðja um mikrofonina aftur fyri at informera tey um, at tað altso ikki var Løgtingið, tey bjóðaðu seg fram til. Tí bert Løgtingið kann yvirtaka løgregluna. Ein heilt absurd støða, har veljarin visti meira um politikk enn valevnini.
Heilir 5 av teimum 6 flokkunum, ið bjóðaðu seg fram, søgdu, at teir ikki fara at blanda seg í danskan innanríkispolitikk. 3 av flokkunum søgdu seg ikki vilja peika á nakað ávíst forsætisráðharraevni frammanundan valinum. Og Miðflokkurin segði seg ikki vilja peika á ein samkyndan forsætisráðharra. Og hetta – hvat flokkarnir ikki fara at gera – hevur fylt meira í valstríðnum, enn hvørjar ætlanir teir hava fyri at ávirka. Í øllum førum, um man leggur boðskapin hjá øllum flokkunum saman. Hetta er eisini absurd, men hóast alt nakað, vit eru von við frá undanfarnum valum.
Fólkaflokkurin brúkti nógva orku uppá at vísa á, at hann er indigneraður yvir tað, at Javnaðarflokkurin hevur givið honum krakk til samgongusamstarv – heima í Føroyum. Hví skal tað fylla nakað í einum valstríði til Fólkatingið? Eftir valúrslitinum at døma visti veljarin eisini tað nógv betur enn valevnini, at eisini hesin kampurin skal takast heima í Føroyum.
Meira enn ein flokkur, ið hevur havt umboðan á Fólkatingi, vísti á, at teirra fólkatingsmaður hevur sett so og so nógvar fyrispurningar. Aftur her gerst tað absurd, nevniliga at flokkar máta avrik í tali av fyrispurningum.
Miðflokkurin, sum var tann einasti flokkurin, ið segði seg vilja brúka fólkatingssessin á sama hátt sum tey 175 donsku umboðini, hevði kanska fatur í rætta endanum tí viðvíkjandi, men hevur á annan hátt borið seg at sum kúgv í stiga. Bæði milt sagt klossuta málið at peika eftir forsætisráðharraevni eftir seksualiteti, og so eisini boðskapin um at fara niður á Danating at fáa Fólkatingið at banna fosturtøku. Men flokkurin veit væl, at hann ongan kjans hevur, og vil tí bara profilera seg til komandi løgtingsvalið við provokerandi útsøgnum eftir devisuni, at øll umrøða er góð umrøða.
Sum heild stillaðu flestu flokkar upp umboð, sum vit øll vistu ikki fóru at taka av sessinum, stóð hann í boði. Hvat skuldi tað til? Jú, tey vildu koyra fólk í stilling til eitt heilt annað val og til eitt heilt annað parlament. Her undirmettu teir føroyska veljaran grovt.
Samanumtikið hevur hetta valstríðið verið absurd at fylgja við í. Men vit fingu prógvað, at veljarin er skilagóður og dugir væl at navigera millum oyragassið og gjøgnumskoða glantrileikin. Her verður ikki hugsað um partapolitikk, men um at tvey umboð vórðu vald, ið vilja vera fólkatingspolitikarar burturav uttan at blanda tað saman við løgtingspolitikk.
Tá alt hetta er sagt, skal tí verða endað við at ynskja Onnu Falkenberg, Sjúrði Skaale og føroyska veljaranum hjartaliga tillukku og hepna hond við fólkatingspolitikkinum júst byrjaða valskeiðið.