Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kvinnurnar gjørdu ein ordans vørr

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.11.2022 - 00:02 Fólkatingsval 2022 Politikkur

Tvær kvinnur í topp trý og tríggjar kvinnur í topp seks. Kvinnurnar gjørdu av álvara vart við seg á fólkatingsvalinum. 

Anna Falkenberg er bert onnur kvinnan, ið er vald á fólkating. Lisbeth L. Petersen - eisini úr Sambandsflokkinum - varð hin fyrsta, tá hon vann sessin á fólkatingsvalinum í 2001. 

Unga stjørnuskotið Anna Falkenberg tók øll á bóli, tá ið við heili 2.973 atkvøðurin gjørdist heilt stóri atkvøðuslúkurin hjá Sambandsflokkinum. Anna fekk útvið fýra ferðir so nógvar atkvøður sum nummar tvey á listanum, Johan Dahl. 

Eisini í øðrum flokkum gjørdu kvinnurnar góð hál. Bjørt Samuelsen gjørdist toppskjútti hjá Tjóðveldi frammanfyri Høgna Hoydal. Á triðja plássi kom Liljan Weihe, sum stillaði upp fyri fyrstu ferð. Liljan fekk heili 689 atkvøður, og bara fimm valevni yvirhøvur fingu fleiri atkvøður enn Liljan á fólkatingsvalinum.

Sjúrður Skaale fekk ikki óvæntað nógv flest persónligar atkvøður fyri Javnaðarflokkin, men áhugavert er, at Ingilín D. Strøm vann annaðplássið frammanfyri formannin, Aksel V. Johannesen. Barbara Apol kann eisini vera nøgd við eitt fjórðapláss á javnaðarlistanum.

Einasta kvinnuliga valevni hjá Fólkaflokkinum var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Elsebeth var toppskjútti í Klaksvík, men endaði sum nummar fýra samanlagt við knapt 600 atkvøðum - væl fleiri enn formaðurin -sum má metast at vera góðkent í einum annars út av lagi vánaligum úrsliti hjá Fólkaflokkinum.

Kanska flokkuriin eigur at umhugsa at stilla fleiri kvinnur upp til næstu ferð? Tað tykist í øllum førum sum um, at føroyski veljarin fegin vil hava fleiri kvinnur á politiska vígvøllin. 

(Bjarni Árting Rubeksen, KVF, eigur myndina)

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum