Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Snorri Brend

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.11.2022 - 06:59 Tíðindi Veðrið

Fyrra partin av vikuni fara nøkur lágtrýst av liggja vestan fyri Skotland. Ættin fer fyri tað mesta at liggja ímillum eystan og landsynning. Brúgvaløg við regni leggja leiðina framvið her hjá okkum, so at tað ikki er turt serliga leingi hvørja ferð. Soleiðis hevur mynstrið verið í nakrar vikur.

Hósdagin er broyting í mynstrinum. Um tað er varandi ella ikki fáa vit at síggja. Lágtrýstini fara at leggja seg á eina leið ímillum Suðurgrønland og Ísland. Ættin fer at liggja um sunnan til útsynning, men framvegis nógvar løtur við regni ella ælaveðri.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Eystan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Um kvøldið veksur hann vindin til 8 til 13 m/s av eystri, klárari í veðrinum og fyri tað mesta turt.

Hitin mánadagin fer at liggja um 7 til 9 stig.

Týsdag: Týsnáttina eysturætt, 8 til 13 m/s, samdrigið og so skýggjað og regn. Út á fyrrapartin slítur í, hann lækkar hann niður í sunnan, og vindurin minkar niður um 5 m/s. Seinnapartin og restina av degnum er landsynningur, 8 til 13 m/s, samdrigið og fyri tað mesta turt.

Hitin týsdagin fer at liggja um 8 til 10 stig.

Mikudag: Um náttina landsynningur, 5 til 10 m/s, samdrigið og turt. Út á fyrrapartin og restina av degnum fer hann at mala úr ymsum ættum, undir 5 m/s, skýggjað og ælaveður, men klárt og turt um kvøldið.

Hitin mikudagin fer at liggja um 8 til 10 stig.

Hósdag: Ymsar ættir um náttina, samdrigið og turt. Út á fyrrapartin gerst skýggjað og tað fer at regna, meðan hann veksur vindin av suðuri, upp í 10 til 15 m/s á middegi. Soleiðis er veðrið restina av degnum, tó at tað fer at slíta í um kvøldið.

Hitin hósdagin fer at liggja um 9 til 11 stig.

Fríggjadag: Um náttina enn sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og turt. Út á fyrrapartin er ælaveður, meðan hann minkar vindin og gongur upp í útsynning. Á middegi eru 8 til 13 m/s av útsynningi, samdrigið og fyri tað mesta turt. Restina av fríggjadegnum er 5 til 10 m/s av útsynningi, skýggjað ella samdrigið og fyri tað mesta turt.

Hitin fríggjadagin fer at liggja um 10 til 12 stig.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Spennandi lutakast hjá KÍ í væntu í Cham…
Klaksvíkingur
Næmingar á Skúlatrøð fáa heilsugóðar mil…
Kunngerð um serskipan fyri veiðu eftir b…
Upp á gólv og tá í Skálanum í kvøld
Nevið Reyða
Rentuútreiðslur­nar øktar við 34 mió. kr.…
Maria Skaalum Petersen sett sum leiðari…
Páll Fangi - menn
Formaðu­rin lovar bæði Norð­oyastevnuteiti…
Ferðslan á Norð­oyastevnu
Avtala undirskrivað við MTV-Byggivirkið…
"J. Michael Jacobsen" kom undan kavi
Betri letur hondbólti­num 2,5 milliónir t…
Nýgg ljós til vøllin á Svangaskarði
Well KÍ upphiting í Bláustovu
Steffan Klein Poulsen: Ilt við at kvetta…
Jóannes Bjartalíð avgjørdi dystin
Norðoya Sparikassi hækkar inn- og útláns…
Norð­oyastevnuróðu­rin í ár hevur eyka stó…