Lýsing
Lýsing
Lýsing

Meðan vit bíða eftir misáliti …

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.11.2022 - 20:06 Leiðarin Politikkur

Tað eru og verða spennandi tíðir í landspolitikkinum í løtuni. Eitt misálitisuppskot er fráboðað, men ikki lagt fram. Løgmaður beit ikki á, men gav Løgtinginum málið, og tað var helst skilabesta trekkið, hann kundi gera. Nú eigur andstøðan næsta leik.

 

Tað var taktiskt snilt av løgmanni at spæla bóltin yvir til Løgtingið. Øll vita, at Løgtingið onki ger í eini tíð við valstríði, og løgmaður hevði tørv á at vinna tíð til at síggja úrslitið av fólkatingsvalinum fyrst. Har fekk Sambandsflokkurin eitt kanónval og kann tí fyribils taka tað róligt, meðan bíðað verður eftir andstøðuni.

Ella rættari, meðan bíðað verður eftir Tjóðveldi. Tí Aksel V. Johannesen hevur bert sagt, at hansara flokkur atkvøðir fyri tí. Javnaðarflokkurin fekk eisini eitt framúr gott val, og kann somuleiðis taka tað róligt. Tað er Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, ið hevur varslað, at hann og/ella hansara flokkur kemur við einum misálitisuppskoti. Men nú er tað farið at draga út.

Fyrst skuldu vit bíða eftir at fáa fólkatingsvalið afturum. Tað fingu vit í farnu viku. So varð sagt, at uppskotið varð ikki lagt fram í teirri vikuni, tí Jenis av Rana var uttanlands – nakað sum hann annars sjálvur avsannaði. Nú eru vit so komin inn í eina aðra viku, men misálitisuppskotið letur framvegis bíða eftir sær.

Ikki minst her í Norðoyggjum halda vit ondini. Tunlarnir Norður um Fjall verða sprongdir ígjøgnum áðrenn tíð, og játtanin er uppi, tí arbeitt hevur verið ov skjótt. Rýkur samgongan nú í november, verður ein provisorisk fíggjarlóg við einans framskrivingum gjørd, og tað kann gera, at arbeiðið norður um Fjall má steðga, og tunlarnir verða í besta føri seinkaðir.

Hví bíðar Tjóðveldi so, kann ein spyrja. Kanska tí andstøðan ikki kann mynstra ein meiriluta fyri, men tað hevur ongantíð forðað henni fyrr, so tað er neyvan orsøkin.

Kanska tað er tí at fólkatingsvalið gav Tjóðveldi og formanninum har ein lúsing. Flokkurin hevði sum tann einasti andstøðuflokkurin afturgongd. Formaðurin fekk fyri fyrstu ferð færri enn túsund atkvøður, og er eisini fyri fyrstu ferð ikki fremstur í atkvøðutali í sínum flokki. Umrokna vit fólkatingsvalúrslitið til løgtingsval, so hevur gamla CEF-samgongan heldur ikki meiriluta, sum hon hevur havt í øllum veljarakanningunum. Hetta er tó ikki vegna Tjóðveldi, men vegna Framsókn.

At Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin standa til at vinna valið nóg suverent til at kunna skipa samgongu einsamallir, er helst orsøkin. Framprovokerar Tjóðveldi eitt val nú, kann hann gerast orsøkin til, at ein rein heimastýrissamgonga inntekur Tinganes og verður verandi har komandi fýra árini.

Tí er tað ikki taktiskt snilt fyri Tjóðveldi at koma við misálitisuppskoti nú. Flokkurin hevur tørv á at sleikja sárini og at vinna sær størri undirtøku aftur, áðrenn vit fáa val til Føroya Løgting. Skal tað hepnast, má Tjóðveldi helst fáa sær eina nýggja forkvinnu, og tað er ein longri tilgongd við flokstingi ella eykaflokstingi, og síðani skal nýggj valskrá smíðast. Tjóðveldi hevur tørv á at byggja upp aftur, og tað tekur tíð. Tí er skilligt, at misálitisuppskotið dregur út.

Men gott hevði verið at fingið eina útmelding, so onnur eisini fáa arbeitt og hava nakað at fyrihalda seg til.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kósabúðin vitjar Vinnutíman mikudagin
Undirsjóvarbreyt (metro) til útoyggjarna…
KÍ-eldsálir á vitjan
Avgerandi dystur hjá Team Klaksvík í Kol…
Áhugin fyri fótbólti minkar
Nýggjárstó­nar á Café Fríðu
8 milliónir brúktar higartil í ár til li…
Hvør fekk nú nevan á .......
Stór dansur í Kí-Høllini 2. Jólakvøld
Jólatræið á Norðoyri tendrað
Jólahjálp frá Caritas
Jólatræið í Ánunum tendrað
Hjørdis Mortensen verður trivnaðar­stjóri
Beinleiðis kl.19:30
- Kenslan er avbera góð
Nýggjur virkisbygn­ingur hjá KJ reistur v…
Nýtt plátu-og lakkverkstað letur dyrnar…
Tvey jólatrø tendra í kvøld
Jonhard Mikkelsen 70 ár
Mál, megi og meldur í Mikkatrøð