Lýsing
Lýsing
Lýsing
Við at steðgað fiskiveiðu- og handilssambondunum við Russland høvdu Føroyar gingið beint ímóti heimssamfelagnum. Bæði USA, Bretland, Noreg og ES eru á einum máli um, at sanktiónirnar ikki mugu fevna um matvørur, og tað samsvarar við tað, sum aðalskrivarin í ST eisini sigur. Matur eigur ikki at verða nýttur sum vápn.

Tí eigur fiskivinnusamstarvið við Russland at halda fram

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.11.2022 - 22:00 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

At kvetta øll bond til Russlands, herundir at lata sendistovuna í Moskva aftur og nokta at gera fiskiveiðuavtalu við russar, er í besta føri óumhugsað og kann í versta føri gera óbótaligan skaða. Aðalskrivarin í ST mælir staðiliga frá revsitiltøkum, ið kunnu elva til matvørutrot, og ES hevur á sama hátt undirstrikað, at matvørur skulu verða undantiknar frá sanktiónum móti Russlandi. Føroyar eiga at lurta.

 

Í heimshøpi er tað einans Ukraina, ið hevur latið sína sendistovu í Moskva aftur. Øll londini, ið ikki eru vorðin álopin, hava framvegis sínar sendistovur í Russlandi opnar. Kortini luftar Fíggjarnevndin í Løgtinginum spurningin um Føroyar sum tey einastu eiga at lata sína aftur. Higartil hevur Uttanríkis- og Mentamálaráðið sagt teimum nei, men tað kann broytast eftir komandi val.

Tá tað kemur til fiskiveiðuavtaluna, so hevur Noreg víst vegin og gjørt eina tílíka avtalu við Russland, samstundis sum tey hava sett tiltøk, avmarkingar og hert eftirlit í verk, ið skulu fyribyrgja, at fiskivinnuhavnir í Noregi kunnu brúkast sum eitt nú hernaðarligar transitthavnir. Har er onki til hindurs fyri, at Føroyar kunnu gera tað sama.

Føroyar hava havt fiskivinnusamstarv við Russland síðani 1977, tá Russland var partur av Sovjetsamveldinum. Jólaaftan í 1979 sendi Sovjetsamveldið herin inn í Afghanistan – ein støða, ið væl kann samanberast við ta núverandi í Ukraina; eitt nú stuðlaðu Stórabretland og USA mótpartinum hjá russum. Okkara samhandil við Sovjettsamveldið helt fram, tí hvønn mun skuldi tað gjørt at givist at handlað? Tað var heldur ongin orsøk til at blanda fiskivinnu í Barentshavinum upp í sovjettisku innrásina í Litava í 1991, og tað varð heldur ikki gjørt.

Tað, at vit ikki hava uppsagt fiskivinnuavtalur, hvørja ferð eitt land, vit hava handlað við, hevur verið í konflikt við eitt annað land, hevur ongantíð í søguni verið fatað sum um, at vit eru í parti við handilssamstarvandi landinum. Og tað fer tað heldur ikki at gera, um vit gera eina nýggja fiskiveiðuavtalu nú.

Noreg hevur longu gjørt eina – og ongin roknar fyri tað Noreg sum allierað við Russland.

Aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres, hevur mælt heiminum til at steðga við tiltøkunum ímóti Russlandi, ella í minsta lagi at linka tey, tí hann óttast, at matvørutrot fer at íkoma í heiminum av tí.

ES er líka greitt sum Noreg og ST: Matvørur skulu vera undantiknar revsitiltøkunum ímóti Russlandi.

Tað hevði tí verið at gingið beint ímóti tí, sum bæði ST og ES mæla til, um Føroyar skuldu steðgað við at handlað við fiski við Russland. Og tá nú teir báðir altjóða risafelagsskapirnir ikki mæla til at gevast við handli við Russland, fær Russland ongar trupulleikar av tí, um Føroyar gevast – flestøll onnur lond handla jú framhaldandi við Russland. Einasta úrslitið av at slíta samstarvið verður sostatt, at Føroyar missa rættindini í Barentshavinum, manningar verða uppsagdar, og torførari verður hjá teirra familjum at fáa mat á borðið.

Ongin ukraini fær tað betri av, at føroyingar útihýsa seg sjálvar úr Barentshavinum.

Tað er tí hugstoytt at síggja so nógvar frelstar meiningar um, at vit áttu at kvett øll sambond við Russland. Har eru heilt góðar grundgevingar fyri, at Noreg, ES og ST ikki vilja slíta sambondini, og í roynd og veru mæla ST og ES til tað øvuta, nevniliga at dríva á við at handla matvørur. Grundgevingarnar fyri at kvetta tykjast hinvegin einans vera av symbolpolitiskum slagi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Durita Samuelsen og Anne Mar…
Leigubústaðir til Klaksvíkar Sjúkra­hús
Frá Melodi Grand Prix til Basel: Sissal…
Hallur Hansson hevur gjørt nýggjan sáttm…
476 uppskot til maskott
Eykaaðalfundur hjá MEGD
Lurtið eftir fólkinum ið her býr!
Nógv góð ross at síggja í aðru Safari ut…
GG. Vit sóknast eftir lutum til eina fra…
Skotnir á áarbakka­num og blakaðir í Dona…
Team Klaksvík hevur fingið nýggja nevnd
6. B vitjaði Norðlýsið
Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinu…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Dan Brimsvík ferdigur í 07 Vestur
Pylsur og køkur til føðingardags­barnið
Lands­stýris­maður á fundi við Nes kommunu
Dokumentarfilmu­rin "Bakka" í Varpinum í…
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danm…
Smag På Dig Selv