Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fegnar Mjølnir kvinnur eftir vunnið stig | Mynd: Símun á Høvdanum

Mjølnir: Kvinnurnar og menninir vunnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.11.2022 - 08:00 Ítrottur Tíðindi

Bæði liðini fingu góðar heimasigrar á kontina móti Ternuni av Toftum

Rættuligt flogbóltsvás var í Klaksvík um vikuskifti. Bæði meistaradeildin hjá kvinnum og monnum leiktu. Kvinnurnar vunnu sannførandi og menninir somuleiðis. 

Kvinnurnar leiktu fyrst og vunnu 3-1 meðan menninir leiktu aftaná og vunnu 3-0. Hetta er fyrsti heimasigurin hjá kvinnunum í ár. Venjarin Ragnar í Haraldstovu hevur hópin av evnaríkum leikarum og teirra menning er eyðsýnd. Vit frætta frá venjingunum, at nógv verður lagt fyri at betra seg. 

Hjá monnunum var væntandi at vit fóru at fáa at síggja ungu leikararnar fáa fitt av spælitíð og soleiðis gjørdist tað eisini. Teir smæddust ikki og leiktu væl. Eftir dystin leiktu liðini venjingardyst tvey sett. Tá steðgaðu teir eldri leikararnir og inn komu enn yngri leikarar á liðið. 

 

MK: Mjølnir 3 - 1. Settúrslit ( 25-20, 25-23, 18-25 og 25-11)

MM: Mjølnir 3 - 0. Settúrslit (27-25, 25-16 og 25-17)

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…