Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ hevur sett norskan høvuðsvenjara

SKRIVAÐ: Tekstur: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  21.11.2022 - 17:34 Ítrottur Tíðindi

KÍ hevur sett norskan høvuðsvenjara

42 ára gamli Magne Hoseth er settur sum nýggjur høvuðsvenjari hjá KÍ. Hann er mest kendur sum leikari, har hann hevur spælt fyri feløg sum Molde, Vålerenga, FCK og Stabæk. Har vann hann m.a. fýra meistaraheiti við Molde (3) og Vålerenga. Eisini er hann skrásettur fyri 22 A-landsdystir fyri Norra.

Ikki verið høvuðsvenjari áður
Hann hevur síðani í januar 2020 verið hjálparvenjari hjá Kristiansund í bestu norsku deildini, har Christian Michelsen hevur verið høvuðsvenjari øll árini. Kristiansund flutti niður júst farna kappingarár, men hevði frammanundan góð ár, har liðið endaði í 2021 nr. 6, í 2020 nr. 5 og í 2019 nr. 6. Í 2019 var hann partur av venjaratoyminum hjá Kristiansund og hevði venjarauppgávur fyri næstbesta liðið hjá Kristiansund. Í 2018 var hann ungdómsvenjari hjá Kristiansund. Hann var fyri einum ári síðani settur í samband við venjarastarvið í 07 Vestur.
Magne Hoseth hevur A-venjaraútbúgving í Norra frá 2019-2020.

 

Sáttmálin er galdandi fyri 2023 og 2024.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar